- Eg vildi bara hjálpa manninum.
Tað var forkláringin upp á, hví ein kona brádliga ringdi á alarmsentralin mitt um náttina við so álvarsligum boðum, at bæði løgregla og portørar sleptu øllum teir stóðu við í hondinum og bráskundaðu sær heim til konuna.
Hon fortaldi rætt og slætt alarmsentralinum, at hon hevði skorið mannin á háls og tí varð alt apparatið sett í verk fyri at bjarga lívi.
Men tá ið løgregla og sjúkrabilur komu á staðið, feilti manninum hvørki eitt ella annað.
Men eitt sindur av speiðsemi var eisini pláss fyri, tí konan endaði við at siga, at endin av øllum var, at maðurin fekk onga hjálp, tí løgreglan fór avstað aftur og maðurin varð verandi eftir.....
Men nú er konan so ákærd fyri at falska fráboðan og fyri ógrundað at hava biðið um hjálp.
Var kedd
Konan viðgekk í rættinum í morgun, at hon hevði gjørt nakað skeivt og hon var kedd um tað, hon hevði gjørt.
Men hon vildi bara hjálpa manninum.
Tey bæði høvdu drukkið hesa náttina men so fall maðurin á gólv og fekst ikki á føtur aftur.
Tí ringdi hon á alarmsentralin fyri at fáa hjálp til mannin. Men fyri at vissa sær, at løgreglan kom á staðið og hjálpi manninum, segði hon ongantíð, sum var. Ístaðin boðaði hon frá, at hon hevði skorið mannin á háls.
Hon nevndi ongantíð, at talan bara var um, at hann bara lá á gólvinum. Tvørtur ímóti endurtók hon fleiri ferðir, at maðurin varð skorin á háls.
Beint eftir, at hon hevði ringt á alarmsentralin, ringdi vakthavandi á løgreglustøðini aftur til konuna fyri at fáa eitt yvirlit yvir støðuna og tá spurdi hann um hann kundi sleppa at tosa við mannin.
Konan svaraði, at tað bar ikki til, tí hann bløddi.
- Hví bløðir hann, spurdi vakthavandi.
- Tí eg havi skorið hann á háls, endurtók konan einaferð afturat.
Vaktahavandi spurdi eisini, hví hon segði, at hon hevði skorið hann á háls.
- Tí eg havi skorið hann á háls, segði hon einaferð afturat.
Tá ið løgreglan kom á staðið var konan etandi skít og maðurin hevði góða kenning.
Tilsamans vardi samrøðan ímillum konuna og alarmsentralin 1 minutt og seks sekund.
Slapp bíliga
Men slík freamferð verður ikki góðtikin og tí er konan nú drigin fyri rættin.
Ákærin vildi hava hana dømda at sita í 14 dagar, so mikið álvarsliga varð málið mett.
Men dómarin helt at av tí at málið var meiri enn ársgamalt og av tí at konan ongantíð áður er revsað, helt hann at hon kundi sleppa undan at sita.
Tí er konan dømd 14 dagar hefti, sum er treytað í eitt ár. Tað merkir, at ger hon onki ólógligt hetta næsta árið, dettur revsingin burtur.