- Hetta er so grovt, at eg havi sjáldan fingið ein slíkan skelk, sum eg fekk, tá ið eg frætti hetta.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Og skelkurin, hann tosar um, at, at John Rajani ikki fær starvið sum aðalstjóri í uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hóast setanarbólkurin er samdur um, at hann er tann besti umsøkjarin av teimum níggju, sum søktu.
Orsøkin er, at Poul Michselsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur ikki álit á John Rajani.
Les eisini: Vrakaður vegna svágrar og systkinabørn
Jenis av Rana sigur, at stendur hendan støðan við, er tað púra vist, at málið fer at verða reist í Løgtinginum. Tað kann gerast við at reisa málið sum ein fyrispurning. Men tað hetta er so grovt, at talan kann eisini verða um at leggja uppskot fyri Løgtingið um misálit á løgmann, ella á Poul Michelsen.
- Í fyrsta lagi mugu vit fáa eina frágreiðing frá løgmanni, og er hon ikki nøktandi, verður farið víðari við málinum.
Jenis av Rana sigur, at fyribils fara tey at lata dagin í dag fara, men hava løgmaður, og Poul Michelsen ikki sissað seg og broytt støðu við lukkitíð í dag, verður heilt vist farið víðari við málinum.
Hann væntar at Miðflokkurin fer at tosa við aðrar flokkar um at reisa málið í felag. Men vilja teir ikki tað, reisir Miðflokkurin tað einsamallur.
Hann heldur bæði, at tað er grovt, at Poul Michelsen ikki hevur álit á John Rajani, men tað er líka grovt, at løgmaður gongur honum á møti og lýsir starvið leyst av nýggjum.
Alment hevur løgmaður boðað frá í KvF, at starvið skal lýsast leyst av nýggjum fyri at fáa fleiri skikkaðar umsøkjarar.
- Øll vita, at hetta er tann bera undanførsla, tí øll vita, at orsøkin er, at Poul Michelsen vil ikki hava John Rajani sum aðalstjóra.
Jenis Av Rana sigur, at her er ikki talan um at fara ímóti einum markið, tí her er farið langt út um mark fyri, hvat politiska valdið kann loyva sær.
- Hetta er sum at vakna eftir at hava ligið við marruni, tí hetta er beinleiðis tað sama sum at siga, at vit skulu hava eina politiska setan, tí í hesum førum er politikkur komin upp í eitt starv, sum er eitt fyrisitingarligt starv burtur av.
- Vit taka spurningin í allarstørsta álvara. Hetta er eitt beinleiðis álop á tað mest grundleggjandi í fólkaræðinum og hetta er brot á allar fyrisitingarligar reglur. Og tí kunnu vit ikki lata tað fara afturvið borðinum, leggur Jenis av Rana afturat.
- Stendur hetta við, verður tað ógvuliga ótrygt at vera føroyingar, og tá ið møguleikin fyri at fáa arbeiði skal verða treytað av, hvønn tú ert í familju við, gongur tað ikki longur - og tað fer neyvan heldur at eggja fólki í útisetri at flyta heim aftur, sigur Jenis av Rana.