Eg havi roykt í 20 ár. Er ikki longu ov seint?

Nei, tey góðu tíðindini eru, at tað er ongantíð ov seint at gevast. Tú skerjir vandan fyri sjúkum, íð standast av tubbaki næstan alt fyri eitt, tú heldur uppat at roykja.
Sjálvandi er betri, skjótari tú gevst.

Eftir: 20 minuttum
tekur nøgdin av tubbakseitri at minka, og blóðtrýstið, hjarta-slátturin og pulsurin verða aftur, sum tey eiga at vera.

Hetta ger, at vandin fyri hjartaslagi minkar.

12 tímum:
nøgdin av kolsúrevni í blóðinum minkar, og nøgdin av súrevni økist.

einum mánaði:
fert tú at duga betur at meta um, hvussu okkurt angar og smakkar. Lungnapípurnar verða smidligari, so tað verður lættari hjá tær at draga andan djúpt. Kroppurin hevur stríðst við at endurbøta nervalagið. Tú fert kanska at varnast, at tú orkar meira.

tveimum til trimum mánaðum:
fært tú kanska 30% av lungnavirki aftur. Tú fert at orka meira og føla, at tú fært gjørt fleiri kropsvenjingar.

seks til nýggju mánaðum:
útlitini til, at tú fært lungnasjúku, eru minni, tí kyknurnar, sum klæða lunguni, nú aftur verða so, sum tær skulu vera og gera sítt til, at lunguni hjá tær eru rein og heilsugóð.

einum ári:
vandin fyri, at tú fært hjartasjúku, er skorin niður í helvt. Tú hevur eisini skert vandan fyri striki, lungnasjúku og fleiri sløgum av krabbameini, teirra millum lungna-, hálsa- (lívmóðurhálsa-), bløðru- og nýrakrabba og krabba í brisi, barkakýli og vælindi.

fimm árum:
vandin fyri, at tú fært lungnakrabba er umleið helvtina av vandanum hjá honum, íð roykir ein pakka um dagin.

tíggju árum:
vandin fyri, at tú fært lungnakrabba, er næstan líka lítil sum hjá einum, ið ikki roykir. Frískar kyknur eru komnar ístaðin fyri tær kyknur, íð koma áðrenn krabbameinskyknurnar koma.

(Tikið úr 'Tá ið síðsta sigarettin er roykt', Amerikanska tubbaksráðið 1995, 1996)

Gevst tú at roykja, minkar tú eisini vandan fyri, at tey, sum eru uttan um teg og anda roykin frá tær niður í seg, verða sjúk.

Legg-av pakkar verða aftur seldir á apotekunum um landið 29. - 31. mai fyri 25 kr.

Hygg eftir seðilinum, sum verður í bløðunum vikuna áðrenn, klipp hann út og nýt hann til at keypa pakkan, sum inniheldur nikotin tyggigummi.