Eg havi ongan týdning

- Eg havi ongan týdning í málinum um Eysturoyartunnilin, so verði eg koyrdur frá, hevurtað heldur ikki tydning.  Tað einasta, sum hevur týdning er, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum nú kvøldið fyri týdningarmikla og avgerðandi samgongufundin í morgin, har samgongan skal royna at finna eitt felags stev í málinum um Eysturoyartunnilin.

 

Nógvar røddir hava verið frammi um, at Kári P. Højgaard má fara frá, tí hann hevur falt upplýsingar fyri Løgtinginum.

 

- Verði eg koyrdur frá, so friður verið við tí, bara tunnilin verður gjørdur, staðfestir hann.

 

Hann heldur, at veruleikin er, at ongin hevur væntað, at nakað sum helst fór at spyrjast burturúr samtyktini í Løgtiningum um at gera Eysturoyartunnilin privatan.

 

- Til nú hevur ikki eitt tað einasta uppskot verið frammi um tunnilin. Men nú tað vísti seg at  bera á mál við tí privata felagnum, fer alt upp at reika og fimm, ella seks uppskot um Eysturoyartunnil koma bóltandi úr skápinum.

 

- Nú vóni eg bara, at tunnilin verður veruleiki, um tað so skal kosta mær starvið, ger tað einki, sigur Kári P. Højgaard.  

 

- Eg kann so ikki koyrast frá fyri at hava arbeitt í heimildarloysi. Skal eg koyrast frá, verður tað tí, at løgmaður metir, at málið hevur elvt til ov nógv politiskt rumbul og at eg skal fara frá fyri frið skyld.

 

Nú harmast hann um, at tað ikki eydnaðist at undirskriva sáttmálan tann 27. juni, sum ætlað, men at málið varð lagt fyri Løgtingið einaferð afturat.

 

Men tað var eftir ynski frá løgmanni og tað mátti hann taka til eftirtektar.

 

- Alt er gjørt í samstarvi við løgmann og landsstýrið, men tað var ógjørligt at skriva undir, tá ið løgmaður og samgongan játtaði tað.

 

- Men høvdu vit havt skrivað undir tá, høvdu løgmaður og eg verið spardur fyri nógv, sigur Kári P. Højgaard.

 

- Hinvegin ivaðust teir báðir ikki í, at viðgerðin í Løgtinginum kundi ikki miseydnast, men at tað bara fór at verða ein avgreiðsluspurningur, tí málið er samtykt áður.

 

Hevði sáttmálin verið undirskrivaður tann 27. juni, sum ætlað, høvdu tey longu verið í holt við kjarnuboringar, skoytir hann upp í.

 

Og Kári P. Højgaard er framvegis púra sannførdur um, at dettur hetta privata uppskotið niðurfyri, kemur steðgur í alt arbeiðið viðvíkjandi tunlum yvirhøvur og tað verður ein steðgur, sum fer at vara alt valskeiðið, tí ongin torir í holt við tað aftur.

 

- Tað er burturvið at tosa um tann stóra vinningin til felagið, uttan at nevnda vágan, sum íløgan hevur við sær.

 

- Og tað hevði verið fantastiskt at fingið eina so stóra íløgu í føroyska samfelagið, uttan at tað kostaði landinum eina krónu.

 

Hinvegin ásannar hann kortini, at kann semja fáast um ein almennan tunnil, er hann eisini við upp á tað, tí tað, sum hevur størst týdning er, at ein Eysturoyartunnilin verður gjørdur.

 

Men hann er eisini sannførdur um, at skal ein onnur loysn finnast, fer tað at taka tíð.

 

Men Kári P. Højgaard heldur eisini, at málið má fáa ein enda, tí tað lammar alla politisku skipanina.