Eg havi nógv at læra

- Viðhvørt sigi eg ov nógv, viðgongur Hanus Samró, sum ætlar at verða formaður í Fólkaflokkinum, men sum saknar, at fólk eru stolt av at arbeiða

 

- Eg kann verða umstríddur og viðhvørt sigi eg kanska eisini ov nógv.

 

Tað viðgongur yngsti tinglimurin hjá Fólkaflokkinum, Hanus Samró.

 

Tað slepst ikki uttanum, at hann hevur mangan verið umstríddur hesi bæðu árini, hann hevur sitið á Løgtingi.

 

Og á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin ásannaði hann eisini, at hann er ikki ein, sum altíð fylgir rákinum.

 

- Eg eri eitt óskrivað blað. Eg fylgi ikki altíð rákinum og eg kann hava umstrídd sjónarmið, og viðhvørt sigi eg eisini ov nógv, sigur tingmaðurin.

 

- Men eg eri við fyri at læra, leggur hann afturat og hann duldi heldur ikki fyri, at hann droymir um at kunna halda eina formansrøðu í Fólkaflokkinum einaferð.

 

Men á landsfundinum livdi hann eisini upp til sítt umdømið sum umstríddur politikari, tí hann fýltist á, at tað eru ov nógv fólk, sum vilja hava pengar fyri einki at gera.

 

Og hann saknar, at fólk eru stolt av at arbeiða.

 

Hann vísir á pedagogverkfallið nakað síðani, sum hann sigur, snúði seg um at fáa pengar til fyrireikingartíð.

 

Og hann vísir eisini til samráðingarnar um yvirmenninar hjá Strandferðsluni, sum skulu hava pengar fyri hvílitíð.

 

Og hjá teimum ungu snýr tað seg  um, at lesandi skulu sleppa upp í ALS.

 

 - Tað snýr seg ov nógv um at fáa pengar fyri einki at gera. Er hetta at vera politiskt korrektur, eri eg politiskt ókorrektur, staðfestir Hanus Samró.

 

Niðanfyri er leinkja til eitt tað mest umstrídda sjónarmiðið hjá unga fólkafloksmanninum..