? Tá eg skrivaði viðmerkingarnar til løgmansrøðuna, dugdi eg sjálvur at síggja, at tað meir enn so kundi misskiljast.
Hetta sigur fólkafloksmaðurin Bjarni Djurholm, ið seinastu tíðina hevur verið heitasta evnið í føroyskum politikki.
Og orsøkin er einføld. Hann er løgtingslimur fyri Fólkaflokkin og biður samgonguna, har sami flokkur eigur løgmann, broyta taktikk í komandi fullveldissamráðingum við danir.
? Tað nyttar ikki at koma heim á fjórða sinni sum av torvheiðum. Tí mugu landsstýrið og samgongan taka í egnan barm, og krita vøllin upp av nýggjum, sigur fólkafloksmaðurin.
Eskjan skal ristast
Bjarni Djurholm heldur, at til komandi samráðingar skuldi landsstýrið raðfest tey ymsu málini øðrvísi.
? Sjálvandi skal landsstýrið fara við somu krøvum, men eg haldi ikki, at fullir suverenitetur skal liggja ovast í eskjuni. Hetta kundi komið eitt sindur longri niðri í eskjuni, sigur Bjarni Djurholm. Bjarni sigur víðari, at ein fýra ára skiftistíð tekur búskaparliga grundarlagið undan føroyska samfelagnum.
? Nógv hevur verið tosað um rationaliseringar og annað, men vit hava júst sama búskap í dag, sum vit høvdu fyri tveimum og fýra árum síðani. Tískil verður torført at taka undir við ultimativa útspælinum frá dønum, sigur Bjarni.
Sáttmáli er loysnin
Fólkafloksmaðurin er sannførdur um, at ein altjóða góðkendur sáttmáli millum Føroyar og Danmark hevði hóskað sera væl at ligið ovast í eskjuni.
Hesin skal eitt nú áseta, at okkara stjórnarvald skal kunna yvirtaka øll málsøki og eisini hava fult ræði á øllum yvirtiknum økjum.
? Skiftistíðin verður so alt eftir, hvørji málsøki vit yvirtaka og hvussu nógv vit gjalda fyri tey, sigur Bjarni Djurholm og leggur aftrat, at hetta við tíðini styrkir okkara møguleikar at fáa fullkomnan suverenitet.
? Tí so hvørt árini ganga, verða færri og færri pengar í felagsskapinum millum Føroyar og Danmark, sigur Bjarni Djurholm at enda.
MYNDATEKSTUR:
Løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm, er endavendur í fjølmiðlunum seinastu tíðina, tí hann í viðmerkingum sínum til løgmansrøðuna gloppaði eina hurð til andstøðuna