Eg havi ikki tikið støðu

Tema: Stillar tú upp á komandi løgtingsvali?
Páll á Reynatúgvu
Tjóðveldi

Satt at siga, so veit eg ikki, um eg ætli at bjóða meg fram. Eg havi ikki hugsað stórvegis um tað, og tískil ikki tikið støðu. Persónliga hevði eg eitt buldrasligt heyst, tá eg noyddist frá sum borgarstjóri á Sandi, og tað ávirkar sjálvsagt eisini familjuna. Tað eru fyrimunir og vansar við at vera politikari. Tað er serliga stuttligt og spennandi at hava ávirkan, tá tingini fara tann vegin, tú sjálvur heldur vera rætt. Men nú fáa vit at síggja. Eingin veit, nær løgtingsvalið verður, men eg taki støðu, tá tað nærkast.