Eg havi ikki forbrotið meg ímóti samgonguni

Leivur Hansen heldur, at vil borgarstjórin hava samgonguna í Tórshavnar Býráði at semjast, má hann eisini taka ta tíð, sum krevst, fyri at finna semju - Eg haldi ikki, at vit í Tjóðveldisflokkinum í Tórshavnar Býráði hava gjørt nakað skeivt.

Leivur Hansen heldur ikki, at borgarstjórin í Havn hevur nakra orsøk at finnast at honum.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, er borgarstjórin í Havn misnøgdur við framferðina hjá Tjóðveldisflokkinum í Tórshavnar Býráð.

Hóast Leivur Hansen er í samgongu, hevur hann tvær ferðir í seinastuni atkvøtt ímóti samgonguni.

- Fyrru ferð var, tá ið Roykivirkið í Álakeri skuldi keypast og aðru ferð var, tá ið Skeiva Pakkhús skuldi keypast.

Bæði málini fullu.

- Men eg veit onki um, at hetta hava verið samgongumál og tí hevur hvør býráðslimur rætt at atkvøða eftir bestu sannføring.

Leivur Hansen sigur, at málini hava ikki fingið neyðugu politisku viðgerðina.

- Vil borgarstjórin hava samgonguna at semjast, má hann brúka ta tíð, sum krevst fyri at finna semju, sigur hann.

- Tað er ikki gjørt í hesum føri og tí havi eg mælt til, at málini byrja, har tey eiga at byrja og tað er í mentanarnevndini.

Leivur Hansen staðfestir kortini, at hann er framvegis í samgongu.

- Vit hava eitt samgonguskjal, har vit hava bundið okkum til ávís politisk tiltøk. Tað standa vit við. Men stinga onnur mál seg upp, er ikki talan um samgongumál, serliga tá ið tey ikki verða viðgjørd sum samgongumál og sostatt kann hvør atkvøða eftir bestu sannføring. Vil borgarstjórin hava tey samtykt, má hann tryggja sær undirtøku fyri tí fyrst.

Leivur Hansen heldur ikki, at tað er rætt at keypa Skeiva Pakkhús, fyrrenn vit vita, hvat húsið skal brúkast til.

At borgarstjórin heldur eitt annað, er so hansara støða.

Hann vísir á, at býráðið hevur eisini onnur hús, sum standa tóm. Múllers Pakkhús er partvís tómt og Degns hús standa tóm. Vit kunnu ikki blíva við at keypa tóm hús, uttat at vita, hvat tey skulu brúkast til.

- Vit mugu eisini fylla tey hús, vit eiga, við lívi, sigur Leivur Hansen.