Eg havi hugsað um pápa hvørja løtu

Pápin kveikti áhugan hjá Niclasi Hera Jákupsson at skriva og siga søgur

– Mangt kvøldið sótu eg og systrar mínar rúnarbundin og lýddu á, meðan pápi segði søgur, og hann dugdi so væl, at vit sóu bæði Kópakonuna, Páll Fanga og Floksmenninar fyri okkum.

Tað sigur Niclas Heri Jákupsson, sum hevur útgivið bókina »Okkara jólabók«, sum inniheldur 9 jólasøgur.

Niclas Heri Jákupsson hevur skrivað hesar jólasøgur síðani 2013. Hann skrivaði fyrstu søguna til útvarpssending upp undir jól, og móttøkan var so góð, at hann hevur skrivað nýggja søgu á hvørjum ári síðan.

Søgurnar, sum hava verið í Útvarpinum, eru sjey í tali, og tær eru allar við í nýggju bókini. Harafturat hevur Niclas Heri skrivað tvær nýggjar søgur til bókina. Tær verða helst at hoyra í Útvarpinum seinni.

– Pápi hevði stóran als til søgur og sagnir, og hann var ein meistari at siga frá søgum. Tey kvøldini, hann segði okkum søgur, merktu vit, at pápi gav okkum nakað, sum einki barn fær nóg mikið av. Hann gav okkum nærveru og tíð, samstundis sum hann víðkaði okkara hugflog og kveikti okkara áhuga fyri góðum søgum, sigur Niclas Heri Jákupsson.

– Eg eri pápa ómetaliga takksamur fyri hansara nærveru, umsorgan og kærleika, og pápi hevur verið í mínum huga hvørja løtu, eg havi skrivað hesar jólasøgur, sigur hann.

»Okkara jólabók«, sum nú fæst til keyps kring landið, er myndaprýdd av franska teknaranum Thierry Capezzone, og hann spælir ein týðandi leiklut í bókini.

##med2##