Peter Aalbæk er í góðum lag, hóast hann í nátt endaði í Íslandi. Hann vónar at sleppa til Føroya seinnapartin fyri at verða við í Rás2 sendingini Hvonn Live klokkan 16.00 Peter Aalbæk, sum í gjárkvøldið skuldi koma til Føroya, endaði í Íslandi í nátt, tí flogfarið fekk ikki sett seg.
Men Aalbæk er í góðum hýri, hóast trupulleikarnar við at sleppa til Føroya.
- Eg havi havt tað fínt. Eg havi hugnað mær saman við nógvum blíðum føroyingum, og vit hava verið forkelað, so hetta má eg taka sum eitt upplivilsi, sigur Peter Aalbæk.
- Nú gleði eg meg bara at sleppa til Føroya, og eg vóni, at tað gongur væl við flogferðini seinnapartin, sigur hann.
Hvonn Live verður send á Rás2 í dag frá kl. 16.00.