Eg havi harða húð

- Atfinningarnar ímóti Kára P. Højgaard, landsstýrismanni fyri at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin, fáa hann ikki at missa svøvnin.

 

Hann heldur annars, at ágangurin, sum hann kallar tað, er øgiligur, nú ætlanin er at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin.

 

- Bæði í miðlum, á Facebook og aðrastaðni, verði eg lagdur undir líkt og ólíkt. Eg føli tað soleiðis, at tá ið grundgevingarnar ikki røkka, verður lagt eftir manninum og roynt verður at sáa iva um mítt trúvirði, sigur Kári P. Højgaarsd

 

Hann sigur, at tað slepst ikki undan at tað merkist.

 

- Men tíbetur havi eg harða húð og eg taki mær ikki stórvegis tykni av tí, sigur hann.

 

- Toldi eg ikki atfinningar og ágang, skuldi eg funnið mær eitt annað starv enn at verið landsstýrismaður, leggur hann afturat.

 

Hann heldur kortini, at tað er merkisvert, at inni í Eysturoy, har tey búgva, sum koma at rinda mest fyri tunnilin, er ikki eitt øvugt orð at hoyra.

 

- Ágangurin er úr høvuðsstaðnum og aðrastaðni, og kemur sostatt frá fólki ið koma at rinda minsta partin fyri tunnilin.

 

Hann heldur somuleiðis, at atfinningarnar eru ikki rættvísur.

 

- Veruleikin er, at avkastið til privata felagið er samsvarandi vágan, felagið átekur sær. Og tað er eingin sum veit, hvussu nógvir bilar fara at brúka tunnilin. Tað er heldur ongin sum veit, hvussu nógv, tunnilin fer at kosta.

 

- Og fyrrenn vit vit vita tað, er tað meiningsleyst at sleingja um seg við tølum fyri, hvussu nógv, tað fer at kosta at koyra ígjøgnum hann.

 

- Tað er lítil samanhangur í atfinningunum. Eina løtu verður ætlanin sáplað niður, tí hon skal bera í sær, at tríggjar milliardir verða sendar av landinum til eitt útlendskt felag.

 

- Næstu løtuna finnast nevndarlimur í Lív at felagnum fyri at seta uppsparingina hjá føroyskum pensjónistum í  vanda í eina ótrygga íløgu.

 

Kári P. Højgaard staðfestir eisini, at fyrru ferð, talan var um at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin, atkvøddu tveir tinglimir fyri Tjóðveldi fyri og allur Javnaðarflokkurin fyri ætlanini.

 

- Ta ferðina vóru heldur ongar ásetingar um, hvat tað skuldi kosta at koyra ígjøgnum.

 

Tí skilir landsstýrismaðurin ikki, hví tinglimir hjá Javnaðarflokkin nú skulu tveitast úr flokkinum fyri at halda fast um tað, flokkurin sjálvur hevur atkvøtt fyri og sum Løgtingið hevur samtykt við teirra hjálp.

 

Kári P. Højgaard heldur somuleiðis fast við, at hann hevur ikki skúgvað serfrøðina til viks.

 

- Í mars í 2012 metti Landsverk, at ein privatur tunnil kostaði 800 milliónir meiri enn ein almennur tunnil, men bara eitt ár seinni kostar hann 1,9  milliard til tríggjar milliónir meiri.

 

- Tað einasta, eg havi fingið er ein  talva, sum vísir, hvat tunnilin fer at kosta við ymsum fortreytum og nógvum óvissum.

 

- Tað sigur einki, tí tað kunnu øll rokna út og tískil helt eg ikki eg kundi vera bekentur at levera víðari.

 

Annars ivast Kári P. Højgaard onga løtu í, at privati Eysturoyartunnilin verður samtyktur.

 

- Tað er eingin ivi í míni sál um tað, staðfestur hann.

 

Hann sigur, at hann hevur so frægt álit á Løgtinginum, at tað ikki letur seg villleiða av ivasomum atfinningum tølum, men tekur eina sakliga avgerð útfrá tí, sum fyriliggur.

 

Tí hevur Kári P. Højgaard heldur ikki hugsa um, hvat skal henda, skuldi Løgtingið vraka ætlanina.