Eg havi einki ímóti bøssum, men....

Niels Uni Dam skrivar vikuskiftisklummuna.

Klumma

Minnist væl eina hending á jarnbreytarstøðini í Bruxelles í 1991. Eg var 18 ár og saman við vinmanninum Emil á Interrail ferð kring Evropa. Ein eldri maður spurdi, um vit vildu heim við honum at hugna okkum eitt sindur. Homofobiskur og andaliga forstýraður, sum eg var, vísti eg mítt stóra tolsemi og kristna lyndi við at brøla í høvdið á hesum neyðars einsama manni.
- Go to Hell you fucking gay!
Hann royndi stillisliga at skunda sær burt, undan mínum illbønum. Eg hevði einki ímóti bøssum, teir skulu bara lata meg fáa frið! Hesin lat meg ikki fáa frið, og eg vísti honum við illbønum, at eg veruliga einki hevði ímóti bøssum.
Minnist væl eina aðra hending fá ár seinni í eini barr í Havn. Eg havi verið í fyrru helvt av tjúgunum. Ein dama um 40 ára aldur spurdi, um vit skuldu fara heim til hennara at hugna okkum. Hon hevði sæð meg hálvnaknan á eini konsert og vildi gjarna síggja meira. Eg takkaði nei til tilboðið og fyri ikki at særa hana greiddi eg frá, at hetta var freistandi, men eg var forelskaður í eini aðrari. Veruleikin var tann, at hon var ikki rættiliga nakað fyri meg, for gomul og ikki nóg pen.
Eg var ungur tá, ígjøgnum uppvøksturin hevði samfelagið lært meg, at homoseksualitetur er skeivur, serliga var tað harða kjakið á politiska pallinum, har eg greitt fekk at vita frá politikarum, at sum kristin átti eg ikki at góðtaka homoseksualitet.
Tí reageraði eg somikið ymiskt, í tveimum støðum, ið vóru heilt eins. Eg havi síðani lært, at taka tílíkt sum eitt kompliment, um tað er ein maður ella ein kona, ið heldur meg vera lekran er mær líkamikið, tað er altíð jaligt at fáa at vita.