Ruth Vang misti í morgun formanssessin í fíggjarnevndini, tá andstøðan valdi Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum til formann.
Løgmaður hevur boðað frá, at um andstøðan tók formanssessin í fíggjarnevndini frá samgonguni, fór Javnaðarflokkurin at leggja uppskot fram um at velja nevndirnar av nýggjum. Ruth Vang vil tó ikki siga, at hon væntar at gerast forkvinna aftur fríggjadagin.
- Eg havi einki lyfti fingið um tað. Tað velst sjálvandi alt um, hvussu nevndarbýti millum samgonguna og andstøðuna verður, sigur hon.
Les eisini Bárður koppaði Ruth
Tá nevndirnar vóru valdar seinast, hevði samgongan 20 limir í sínum valbólki, samgonguna, Sjálvstýri og Anniku Olsen, sum tá var í Framsókn, men nú verður tað í mesta talið 17, samgongan og tveir uttanflokkatinglimir.
Les eisini Óttast ikki nýtt nevndarbýti
Umframt hetta, er valdsbýtið í samgonguni broytt nakað. Tá hevði Javnaðarflokkurin sjey tinglimir, Tjóðveldi sjey, Framsókn tríggjar og so ein uttanflokkatinglimur. Nú hevur Javnaðarflokkurin seks, Tjóðveldi sjey, Framsókn tveir og so tveir uttanflokkatinglimir.
- Alt hetta verður væntandi eisini ein partur av telvingini um nevndarsessirnar, so vit fáa at síggja, hvussu leikur fer, sigur Ruth Vang.