Hóast Reitar Nónfjall hevði væntað at frætt úr Tinganesi áðrenn arbeiðsdagurin varð av, var einki hent um fýra tíðina seinnapartin.
Hansara starvstíð á Landsverkfrøðingsstovninum vardi bert slakar 14 dagar, og varð ongantíð veruleiki.
? Vit hava úr at gera á Strandferðsluni, og eg havi ikki stundir at hugsa um annað. Eg meti meg sum ikki verandi stjóri hjá landsverkfrøðinginum, og arbeiði á Strandferðsluni, sum um einki var hent, sigur Reitar Nónfjall.
Hann vil ikki gera viðmerkigar til málið, sum hann sigur, at sjálvt Várharra kann ikki vita, hvat hendir um hálvt ár, og at bert Finnbogi Arge, sum setti hann í starv, kann siga, hvussu farið verður víðari á Landsverkfrøðingsstovninum.
? Eg havi gjørt mær mínar metingar, men tær fari eg at halda fyri meg sjálvan. Nú bíði eg bert eftir svari úr Tinganesi um, hvussu míni starvsviðurskifti skulu vera frameftir, sigur Reitar Nónfjall..