Eg havi einki at prógva

Tað sigur útskeldaði málverjin hjá Liverpool, sum í kvøld skal spæla móti Swansea í Premier League

Belgiski málverjin hjá Liverpool, Simon Mignolet, hevur verið fyri nógvum ákoyringum síðani hann kom til felagið undan farna kappingarári. Hann heldur tó ikki, at hann hevur nakað at prógva undan dystinum í kvøld.

 

Les eisini: Chelsea og City mistu í hálkuni

 

- Eg havi einki at prógva. Tað einasta eg kann gera er, at gera mítt besta og vísa hvat eg kann á vøllinum, sigur 26 ára gamli Simon Mignolet undan dystinum í kvøld móti Swansea.

 

Les eisini: Málmenninir vunnu

 

Brendan Rodgers, venjari hjá Liverpool, hevur farnu dystirnar sett Simon Mignolet á bonkin fyri Brad Jones.

 

- Eg havi tosað við venjaran og onkuntíð mást tú venda tí negativa til nakað positivt, sum tá tú verður avsettur, sigur Simon Mignolet.

 

Les eisini: Ørt at spæla í dag

 

Liverpool tekur í kvøld ímóti Swansea í Premier League. Tað er seinasti dysturin í 19. umfari. Hinir vóru í gjár. Liverpool og Swansea eru í bólkinum, sum eltir fjórða plássið, sum gevur Champions Leagur fótbólt.

 

Premier League 19. umfar:

Í dag:

Liverpool – Swansea (20:00)

 

Í gjár:

Tottenham – Manchester United 0-0

Southampton – Chelsea 1-1

Aston Villa – Sunderland 0-0

Hull – Leicester 0-1

Manchester City – Burnley 2-2

QPR – Crystal Palace 0-0

Stoke – WBA 2-0

West Ham – Arsenal 1-2

Newcastle – Everton 3-2