Eg havi einki at berjast fyri

Kvinnukampurin er óðviðkomandi fyri 30 ára gamlar kvinnur í dag, sigur Eydna Skaale i einum provokerandi priki til Kvinnufelagið

Ungar kvinnur í dag hava javnstøðu. Tað er ikki ein forðing at vera kvinna, og tí er kvinnukampurin deyður.

 

Millum annað hetta var sagt í upplegginum hjá Eydnu Skaale, som var boðin í Mettustovu til at koma við einum provokerandi kjakuppleggið mánakvøldið 19. maj hjá Kvinnufelagnum í Havn.

 

Í tí sambandinum hevði hon spurt nakrar ungar kvinnur, hvat tær hugsa um, tá tær hoyra orðið Kvinnufelagið. Allar søgdu, at tær ikki vistu, hvat tað var. Onkur fekk ovastaloftsroyk í nasagluggarnar, og onkur onnur hugsaði um konur yvir 75, sum spæla sjavs.

 

Eydna Skaale heldur orsøkina vera, at tað ikki er eydnast Kvinnufelagnum at seta evni ella trupulleikar á dagsskránna, sum eru viðkomandi fyri ungar kvinnur í dag.

 

- Tað hava verið nøkur brennandi mál, sum kvinnusakin hevur flutt. Somu løn fyri sama arbeiði og valrætturin, fyri at nevna okkurt. Men í løtuni er einki klárt mál, sum savnar kvinnurnar í eini felags søk, vísir Eydna á.


- Eg havi ongantíð í mínum lívi upplivað, at tað, at eg eri kvinna, hevur verið ein bági. Eg havi havt júst somu møguleikar, sum teir dreingirnir, eg gekk í flokki saman við.


Kvinnurnar í mínum ættarliði kunnu fáa ta útbúgvingina, okkum lystir,  tær flestu velja eisini yrki eftir áhuga, og  tosar tú um løn og annað, so er tað ofta ein spurningur um at duga at forhandla. Vit hava møguleika at fáa meiri í løn enn okkara mannligu starvsfelagir, sigur Eydna Skaale.

Ítalisetanin av einum kampi ímillum kvinnur og menn er ikki nakað, sum hon kann sameina seg við og tað er kanska júst hetta, sum ger, at nógvar ungar kvinnur ikki eru áhugaðar í kvinnukampi í dag.


- Menninir í okkara ættarliði eru annarleiðis, enn teir vóru fyrr. Teir taka helst í størri mun sítt tørn, enn teir gjørdu fyrr, og um Kvinnufelagið ikki hevur størri trupulleikar, enn hvør tendrar turkitrumluna ella parar hosur runt um í heimunum í Føroyum, so er væl statt, sigur Eydna Skaale. Hon heldur tað vera av týdningi, at barsilin ikki verður oyramerktur monnum.

- Vit eru vaksin fólk, og vit eiga sjálvi at avgera, hvør er heima hjá barninum. Eg haldi, at vit mugu líta so mikið á fólk, at vit lata tey taka avgerðina sjálvi, sigur hon.
 

Hon leggur dent á, at uppleggið, við heitinum ”Eg havi einki at brenna mín brósthaldara fyri” fyrst og fremst var ein provokatión.

 

- Hetta er fyri at provokera. Men samstundis er ein farri av sannleika í tí, tí kvinnukampurin fyllir at kalla einki í dag. Og ungar kvinnur kenna seg ikki settar afturum mannfólkini. Vit liva tað lívið, vit ynskja okkum, og nýtast ikki vera bundnar at manninum.

Lesið alla samrøðuna við Eydnu Skaale í vikuskiftissosialinum