Tíðindakvinnan, Sigrún Brend, sigur, at tey hava verið heima á Hoyvíksvegi 17 øll jólini. Hóast tey hava fulla frystiboks av gásum, ótu tey kortini dunnu jólaaftan, tí hetta er siðvenja hjá teimum.
- Hinar jóladagarnar høvdu vit okkurt ræst í ovninum og onkran fiskarætt, leggur hon aftrat.
Sigrún Brend sigur, at henni dámar væl at keypa jólagávur, og hon keypir gjarna jólagávur, líka til handlarnir lata aftur 23. desember klokkan 22.
- Og tað er ein forferdiligur óvani, sum hon tekur til.
Tíðindakvinnan var til arbeiðis í KvF tollaksmessukvøld til klokkan 01. Hetta kvøldið plagar hon annars at kóka kleynur, samstundis sum hon plagar at lurta eftir jólaheilsum í útvarpinum.
- Í ódnarveðrinum hava vit havt nakað av ampa av seyðinum og gæsnum hjá okkum. Men, tá skáar vóru, vóru vit og fyltu krubbu og trog, so kríatúrini høvdu nóg mikið at eta, sigur Sigrún Brend.









