Starv:
Projektleiðari og samskipari í Norðurlandahúsinum
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað besta við starvinum er, at eg næstan hvønn dag møti nýggjum spennandi avbjóðingum og sleppi at gera tað, sum hevur mín áhuga. Hartil fái eg í starvinum nógvar positivar upplivingar og føli, at eg kann gera mun. Starvið er fleksibult bæði so og so.
A ella B menniskja?
B heilt avgjørt. Tað hevur absolut sínar fyrimunir, t.d. tá ið man spælir tónleik ella skal arbeiða seint út á kvøldið, men vansin er, at tú fær sovið ov lítð. Eg eri bara noyddur at góðtaka tað, eg eri.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Eg lurti nógv eftir tí nýggja sum kemur út í Føroyum og royni eisini at fylgja við norðurlendskum tónleiki. Mær dámar allan góðan tónleik og njóti bæði harðan rocktónleik og klassiskan kórtónleik og annað. Tað, sum hevur týdning fyri meg, er, at tann, sum framførir, veruliga leggur sína sál í tónleikin og meinar tað, hann ella hon syngur. Teknikkur skal til, men er ikki altíð nógmikið.
Hvør er besti sangur, sum er gjørdur?
Eg veit tað ikki. Summir sangir eru so góðir, at tú aldrin troyttast av teimum. Eitt dømi er “Súrligar nætur” hjá Kára P., A Whiter Shade of Pale hjá Procul Harum og fleiri líknandi sangir, sum hava ein klassiskan bygna í akkordskiftum og samanseting. Hetta tiltalar opinbart okkum vesturlendingar og hevur opinbart nakað við okkara mentan at gera.
Hvat ger teg glaðan?
Tá ið tað gongur væl hjá mínum nærmastu, og tá ið eg eri saman við positivum fólki.
Hvat ger teg keddan?
Tá ið eg veit, at onkur, sum kenni væl, ikki hevur tað gott, ella tá ið fólk eru negativ og grenjut ella tosa ilt um onnur. Eg hati klandur og stríð.
Hvat er luksus fyri teg?
At hugna mær saman við teimum, sum eg eri góðar við.
Hvussu eru tínir matvanar?
Eg eti ofta havgrýn um morgunin. Kanska eina suppu ella salat middegi og heitan mat til døgurða um sektíðina, ella eti eg nátturða. Tað er ikki vigtigt fyri meg at fáa heitan mat hvønn dag. Ofta kann matur og at passa mattíðir blíva ov nógv av tí góða. Eg tími heldur ikki at eta tað sama fleiri dagar í somu viku.
Hvar er tín yndisrættur?
Góður ræstur fiskur – einki er betri.
Hvat brúkar tú frítíðina til?
At vera saman við familjuni og hugna og tónleik saman við vinum. Mítt arbeiði ger, at eg upplivi minst 1 ella 2 konsertir um vikuna og onkuntíð fleiri.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi?
Mær dámar best kjaksendingar og onkuntíð ein fótbóltsdyst. Síðan teldan og internetið komu, hyggi eg sjáldan í sjónvarp. At hyggja ov nógv í sjónvarp kennist sum burturspilt frítíð.
Hvat lesur tú í løtuni?
Seinastu tvey árini havi eg lisið nógvar bøkur. Ein fantastisk bók, sum eg ofta vendi aftur til, er ein samrøða við Dalai Lama, sum kallast “Kunsten at leve lykkeligt” – eg vil viðmæla øllum at lesa hesa.
Hevur tú eina fyrimynd (hvørja)?
Eg havi nógvar fyrimyndir – millum annað fólk, sum sýna veruligt tolsemið og bakka upp, tá ið á stendur. Fleiri av mínum fyrimyndum eru longu farnar foldum frá.










