Annika Olsen er ikki samd við niðurstøðuni hjá løgtingsins Umboðsmanni. Tað gjørdi hon greitt í útvarpstíðindunum á FM1 nú á miðdegi.
Løgtings umboðsmaður sigur, at Tórshavnar Býráð ger mismun fólki, sum søkja um grundstykki ella sum søkja um at fáa eini samanbygd hús til keyps.
Hví Løgtingsins umboðsmaður heldur tað, kanst tú lesa alt um við at trýsta HER
Men Annika Olsen er ikki samd í niðurstøðuni - og hon heldur framvegis, at mannagongdin hjá býráðnum er tann rætta.
Men hon sigur eisini, at nú fer býráðið at viðgera niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni og so verður støða tikin til um býráðið fer at broyta reglurnar fyri at eftirlíka ynskinum hjá Løgtingsins Umboðsmanni.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Annika Olsen ikki er samd við Løgtingsins umboðsmanni.