Laila av Reyni: Fastur siður er, at vit byrja dagin við tjóðsanginum og góðum morgunmati. Øll familjan verður latin í føroysk klæði, meðan setanin verður notin í sjónvarpinum og vit gera okkum til at fara. Síðani gongur leiðin til høvuðstaðin, har tjóðarhátíðin er farin av bakkastokki. Leiðin gongur oman ígjøgnum býin, har børnini sleppa at royna tað tey hava hug til. Tað plagar millum annað at inkludera ballónir, candyfloss, tombola og fiskibrunn.
Eg nýti høvi at hyggja at hvussu fólk hava latið seg í. Hvussu sita klæðini, er nakað serligt ið fangar mítt eyga, ein serlig samanseting ið gevur lookinum eitt øðrvísi twist, bæði hvat sjálvum tjóðarbúnaðnum viðvíkur, og eisini sum heild bíti eg merki í, hvat fólk velja at lata seg í. Eftir býtúrin, verða allar listaframsýningarnar vitjaðar, og eg loyvi mær at ogna mær ein nýggjan málning til næstan hvørja Ólavsøku. Eg seti prís uppá góða list, og ólavsøkan er eitt gott høvi, til at síggja hvat føroysk listafólk duga. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at stuðla okkara dugnaligu listafólkum. (Keyp við hjartanum, keyp føroyskt). Nú er sálin mett, men búkurin er enn svangur, og tá er so passaligt at fara til vinfólk at fáa sær náttarða.
Tá øll eru mett og væl sett og børnini troytt av upplivingum, verða tey sett av hjá ommum og abbum. Vit bæði vaksnu fara sum par einsamøll oman aftur í býin at heilsa uppá fólk. Ólavsøkan er tíðin, har eg kann heilsa upp á nógv andlit, sum eg ikki havi sæð í langa tíð, og eg elski tað. Ein góð suppa frá Birgir Enni kemur altíð væl við, og miðnáttarsangurin á Vaglinum er eitt must.
Eg gleði meg hvørt ár til ólavsøkuna og fari sjálvdan at ferðast uttanlands hesa tíðina. Tað, sum serliga sitir eftir í minninum, frá tá at eg var barn, er fiskibrunnurin í KFUM. Lítlu innpakkaðu smápakkarnir í avíspappíri vóru altíð líka spennandi at fanga, og ikki minni spennandi at lata upp. Einasta tíðin ein fekk candyfloss var á Ólavsøku. Tað var forkunnugt og ikki sum í dag, har tað kann keypast allastaðni. Tombola, ballónir og kappróður vóru á skránni júst sum í dag. Babba hevur altíð verið sera oyðslutur á ólavsøku. Tað var løtan, har ein fekk næstan alt, ein peikaði á. Líka stuttligt sum jólaaftan. Ta kensluna havi eg borið við mær líka síðani, og leggi eg nógva orku í, at míni børn hava tað líka stuttligt sum eg hevði tað. Á ólavsøku er bara alt eitt sindur stuttligari.










