Eg gleði meg til vitjanina

Ljóðbrot á Rás 2

- Eg vóni vit fáa gott veður, so krúnprinsaparið fær høvi at heilsa upp á føroyingar, sigur løgmaður.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra stuttu viðmerkingina frá løgmanni um krúnprinsavitjanina, tá hann tosaði við Rás 2.

 

Løgmansskrivstovan boðaði fyrr í dag frá, at krúnprinsaparið og teirra fýra børn koma við kongsskipinum Dannebrog á almenna vitjan í Føroyum næsta summar.

 

 

Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja oyggjarnar tann 23.-26 august 2018. Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður vertur fyri vitjanini.

 

 

Seinni fæst nærri at vita, hvussu skráin fyri vitjanina verður. Seinastu ferð krúnprinsaparið var á almennari vitjan í Føroyum var í 2005.