? Eg gleði meg so nógv til føstulávint

Grýluskortar, tunnur, kattakongur, sangir, bomm, kettur, og síðst men ikki minst føstulávintsbollar. Alt hetta kunnu børnini í Dagstovninum á Argjum gleðast yvir teir næstu dagarnar

Í Dagsstovninum á Argjum sita børnini spent og bíða eftir føstulávint. Tey gera ymiskt til føstuna. Summi sita og klippa grýluskortar. Her verður bæði klipt Batman, kettur og røvarar úr nógvum føgrum litum. Tey 4 - 5 ára gomlu børnini syngja ymiskar sangir fyri okkum, grýlumamma, grýlupápi og lítla grýlubarnið o.s.fr. Eisini verður gjørt kakao og føstulávinstbollar. Summi børn mála tunnuna, ið verður sligin mánadagin 11. februar. Tunnan verður prýdd við eini kettu og nógvum ymiskum litum. Fyrr í tíðini varð ein ketta koyrd inn í tunnuna, síðan varð tunnan við kettuni sligin niður. Vit vita nokk øll, at tað er ikki júst soleiðis tað gongur fyri seg í dag. Her í dagstovninum verður pappír koyrt í tunnuna. Mánadagin, tá tunnan verður sligin, ætla dreingirnir at lata seg í sum Batman, meðan genturnar vilja vera klovnar, kettur og prinsessur. Tann, ið slær tað síðsta av tunnuni niður, verður kattakongur, og fær tí eina krúnu.
- Tá vit sláa tunnu heima, koyra vit altíð bomm og pengar í hana, tað er ordiliga stuttligt, sigur Magni Abrahamsen, ið er 6 ára gamal.
- Tað stuttligasta við føstulávint er at sláa tunnu, tí tá verði eg næstan altíð kattakongur, sigur 6 ára gamli Teitur Hvidbro. Øll hini børnini eru samd við honum.
- Men tað er eisini stuttligt at ganga grýlu, tí tá fáa vit nógv bomm, siga Súsanna Jacobsen og Elsa Splidt Jacobsen, ið eru seks ár.
Dagarnir líða og skjótt kemur mánadagurin, ið óivað ikki bert børnini í Dagstovninum á Argjum bíða spent eftir.