Eg gleði meg mest at sleppa at eta

Eg gleði meg mest at eta aftaná kappingin er liðug, eg havi verið á kostætlan í 12 vikur.

21 ára gamla Elisabeth Dam Jacobsen er úr Tórshavn og luttekur aftur í ár í Bikini Fitness kappingini hjá Burn Showdown. Elisabeth Dam Jacobsen var eisini við í Burn Showdown í fjør, har hon eisini lutttók í Bikini Fitness kappingini.

 

- Í fjør byrjaði eg so seint, tað vóru bert 8 vikur áðrenn kappingina at eg avgjørdi at melda meg til. Eg endaði sum nummar seks út av átta luttalarum, so eg fari aftur ár fyri at vita um eg kann koma longur, sigur Elisabeth Dam Jacobsen. Eg var ikki ónøgd við úrslitið í fjør, men eg hevði so stutta tíð og so eri eg bara spent at vita hvat eg klári í ár, nú eg havi trena alt tíðarskeiðið. 

 

Elisabeth Dam Jacobsen hevur eti eftir kostætlan tær seinastu 12 vikurnar, og er hon nú spent at eta vanligan mat aftur eftir harðar 12 vikur við øðrvísi mati enn hon vanligt er von við. 

 

- Eg gleði meg mest at eta aftaná kappingin er liðug, eg havi verið á kostætlan í 12 vikur. Kostætlanin gekk út uppá at vit mest ótu kylling, grønnsakir, rískeks og líknandi mat. So eg gleði meg at eta okkurt annað, sigur Elisabeth Dam Jacobsen flennandi.