Eg gleði meg ikki at gerast gamal

Hvussu er lagið?
Gott.

Hvussu heldur tú tær so væl?
Tað voyt eg ikki um eg geri. Men eg renni javnan (ikki bara eftir konufólki:-)

Nær græt tú seinast?

Eftir einum rørandi dokumentarfilmi fyri tveimum vikum síðani.


Hevur kærleiki nakran aldur?

Noy.


Hvat er besta stað á jørð?

Eg kenni ikki alla jørðina, og kann tí ikki geva eitt nøktandi svar. Av teimum støðum eg kenni, eru Føroyar numero uno! Hóast religión og sambandshugsjón fylla for nógv...


Hvat er tað mest romantiska tú hevur upplivað?

Nakrar heitar løtur undir bláum himni sláa ikki falskan mynt.


Hvat ger teg glaðan?

Dótturin.


Hvat ger teg illan?

Dogmur.


Um tú var eitt djór, hvat skuldi tað so verið og hví?

Ein ravnur. Hann er stoltur, klókur og frælsur.


Hvat heldur tú vera løgið?

At Føroyar ikki eru eitt fullveldið.


Hvat er besta tíðspunktið í vikuni og hví?

At leggja dóttrina at sova. Tað er ein sonn gleði at síggja hana sovna (tá eg ikki sovni áðrenn) – trygg, glað og nøgd av dagsins upplivingum.


Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvum?

Eitt jaligt lyndið.


Hvat ert tú meira til - ólavsøku ella jól?

Jól.


Er tú bangin fyri at gerast gamal?

Eg gleði meg ikki til tað.


Hvat hevur lívið lært teg?

At liva lívið eftir mínum egna høvdi og ikki eftir høvdinum hjá nøkrum øðrum.


Fakta

Navn: Eyðun Nolsøe

Bústaður: Tvøroyri

Starv: Tónleikari