Eg gjørdi ein innsats

Ein av nývaldu býráðslimunum í Klaksvík er Gunvá við Keldu. Hon fekk 148 atkvøður, og má tað sigast at vera óføra gott. Hetta var fyrstu ferð, at hon stillaði upp til býráðsval, men hon rak dúgliga upp undir valið

Klaksvík:
Gunvá við Keldu hevði ikki væntað at fáa so nógvar atkvøður, men segði tó, at hon hevði gjørt ein innsats fyri at sleppa inn.
? Eg havi bæði skrivað og tosað við fólk, so eg lá ikki á latu síðuni undir valstríðnum, segði hon.
Hjartamálini hjá Gunvá eru serliga vinnulívið og mentanin. Í einari av sínum valgreinum hevði hon millum annað eitt uppskot um, at skúlin verður tikin burtur úr mentanarnevndini.
? Eg meini avgjørt, at skúlin skal hava nógvar pengar. Tað er slettis ikki tað, men eg haldi, at mentanin líður eitt sindur undir tí. Tí haldi eg, at tað kundi verið skilagott at gjørt eina skúlanevnd ella okkurt líknandi, sum bara hevði til endamáls at taka sær av skúlamálum, sum eru átreingjandi, segði Gunvá við Keldu.
Spurd um hon ikki væntar, at fólk fara at siga, at tað er pápi hennara, sum hálar í træðrirnar, svaraði hon flennandi, at tað vil so vera.
? Tað fara fólk óivað at halda, men pápi og eg eru ógvuliga ymisk. Fyri tað fyrsta eru vit hvør sítt kyn, og vit hugsa als ikki á sama hátt um fleiri viðurskifti, men sjálvandi eri eg sprottin úr tí politiska umhvørvinum, sum eg vaks upp í, segði Gunvá.

So hjartansfegin
Sum vera man var fult hús á Kráargøtu, tá úrslitið av býráðsvalinum var klárt. Systkin, foreldur, familja og vinir vóru savnað í íbúðini hjá Gunvá við Keldu, sum varð nývald í Klaksvíkar býráð.
Telefonin ringdi allatíðina, og Gunvá var fyrndarglað. Fólk komu inn og hálsfevndu hana og ynskti henni til lukku.
Jógvan við Keldu var avbera stoltur av dótrini, og tosið gekk aftur og fram um valúrslitini aðrastaðni eisini.
Jóannes Hansen, sum var viðmerkjari í sjónvarpinum hevði á orði, at tá Jógvan stillaði upp til býráðsvalið í Klaksvík fyri fyrstu ferð fekk hann um 100 atkvøður. So dóttirin sló pápa sín væl og virðiliga. Hetta vakti látur millum gestirnar hjá Gunvá, og sjálv smíltist hon bara so glað, so glað.
? Eg eri ordiliga glað fyri, at eg varð vald, men tað er kanska ikki gingið rættiliga upp fyri mær enn, segði Gunvá.