Undir 1.viðgerðini av uppskotinum um at gera nýggja kommunuvallóg, segði landsstýriskvinnan Sirið Steenberg, at tað ikki er altavgerandi fyri hana, at hendan broytingin verður gjørd nú.
-Tað er bara so, at skal hetta gerast áðrenn valið í heyst, so skal tað gerast nú. Á ólavsøku er tað ov seint í mun til ymiskar freistir í lógini, segði hon.
Karsten Hansen, Miðflokkurin, segði, at tað í hansara tíð fleiri ferðir hevur verið frammi, at kommunala vallógin eigur at endurskoðast.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin, helt,a t málið er væl fyrireikað, men at tað so hevur havt við sær, at viðgerðartíðin í tinginum er stutt. Hann helt heldur ikki, at broytingin við at niðurleggja smáu valstøðini er tað mesta skilagóða, men tók undir við, at talt verður upp á størru plássunum,
Ingolf Sólheim Olsen, Tjóðveldi, helt eisini at málið er væl fyrireikað, men ásannaði eisini, at tíðin er stutt til vðgerð í tinginum og rættarnevndini.
Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, segði seg ikki hava ætlað at taka orðið, men eftir at hava lurtað eftir orðaskiftinum og hoyrt hvussu umfatandi broytingarnar eru, so skilir hann als ikki, at málið skal skundast ígjøgnum.
Málið var beint í rættarnevndina.