Eg geri tað sum eg dugi best

- Tað er sera umráðandi fyri meg, at eg kann gera tað, sum eg brenni fyri og dugi best, sigur føroyska songkvinnan Lizzie, sum eigur mest spælda poppsangin í Danmark í løtuni - Eg havi altíð vilja verið songkvinna og fingist við tónleik. Tað er tað, sum eg eri best til, og ongantíð betur, um eg eisini kann liva eitt sindur av tí, sigur Lizzie við Sosialin fríggjadagin.

 

Í onkrum av sangunum á nýggju útgávuni skrivar Lizzie júst um, at fólk skulu gera tað, sum tey duga best.

 

- Tað er sera umráðandi fyri meg, at eg kann gera tað, sum eg brenni fyri og dugi best. Eg geri hetta ikki fyri at koma fram, men um eg kann klára meg væl sum tónleikara, so havi eg eisini betur møguleika at gera tað, sum eg tími best, sigur hon