- Tey nærmastu kenna meg, sum eg eri, og um onkur fær ilt av hasum, so mugu tey um tað. Eg geri hetta fyri meg sjálva og ikki fyri nakran annan, sigur Connie Brockie.
- Tað, sum fólk hava sagt við meg, síðani hetta kom fram, hevur bara verið positivt. Men tað munnu helst vera onnur, sum halda nakað annað, sigur hon.
Øll spyrja nær
Tvær vikur eru farnar av Paradise Hotel sendirøðini, sum TV3 sendir, og samanlagt er talan um 16 vikur. Stóri spurningurin er nú, nær Connie Brockie kemur við í sendirøðina.
- Tað er tað, sum øll spyrja meg um nú. Eg kann ikki siga, nær eg komi við. Fólk mugu bara fylgja við sendingini og vita, hvat hendir, sigur Connie Brockie.
Seinastu hyggjaratølini í Danmark vísa, at Paradise Hotel er so væl umtókt sum ongantíð áður, so tað verða nógvir hyggjarar, sum fara at fylgja Connie í røðini.










