Eg fylgi hjartanum

Tað kann als ikki góðtakast, at sáttmálin um Eysturoyartunnilin er loyniligur.

Tað sigur Janus Rein, tingmaður.

Hann sigur eisini, at eftir tí, hann hevur roknað seg fram til eftir teimum upplýsingunum, sum fyriliggja, er avkastið hjá privata felagnum eisini heilt óvanliga høgt.

 

Janus Rein segði herfyri, at hann ætlaði sær ikki at taka nakra avgerð um Eysturoyartunnilin í óðum verkum, tí hann vildi hava stundir at hugsa seg um.

 

Tað hevur nú hann havt, men hann er kortini ikki komin so øgiliga nógv nærri eini avgerð.

 

- Tað eru alt ov nógv viðurskifti, vit ikki kenna til í hesum sambandi.

 

- Eitt, vit ikki kenna, er sáttmálin, Kári P. Højgaard hevur gjørt við privata tunnilisfelagið.

 

- Tann sáttmálin er loyniligur. Men tað kann tað als ikki verða talan um. Tað verður eitt krav at fáa fult innlit í sáttmálan, tí tað kann ikki góðtakast, at hann skal vera loyniligur, sigur hann.

 

Janus  Rein vísir ikki einum privatum tunli frá sær, men hann vil hava fult innlit í sáttmálan.

 

Hann veit heldur ikki um ein privatur tunnil skal verða gjørdur eftir hesum leisti, sum nú liggur á borðinum.

 

- Tað haldi eg, at viðgerðin í Løgtinginum skal vísa. Tá ið tað avtornar, fari eg at atkvøða við hjartanum og fyrrenn eg fái fult innlit í málið, ber ikki til at taka støðu.

 

Eftir tí, sum er komið fram, hevur hann eisini eina kenslu av, at handilsskapurin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, hevur verið øgiliga vánaligur og at avtalan er alt ov góð fyri privata felagið.

 

- Tað ger tað enn torførari at taka undir við ætlanini, soleiðis, sum hon nú fyriliggur.

 

- Eg siti við eini kenslu av, at tað er privata felagið, sum alla tíðina hevur havt yvirtakið í samráðingunum

 

Hann sigur, at eftir upplýsingum, hann hevur, skal eginpeningurin vera einar 300 milliónir og so skal restin, 700 til 900 milliónir fíggjast.

 

Eftir tí, sum er ført fram, verður avkastið 9,8 prosent, men tað er av allari íløguni, altso bæði eginpengunum og lánunum.

 

- Eg havi aldrin vitað, at fyritøkur rokna sær avkast av allari fíggingini.

- Avkastið er av eginpeninginum. Og rokna so vit eftir í hesum føri, verður avkastið av eginpeninginum í hesum føri væl omanfyri 30 prosent.

 

- Er tað rætt, má hetta metast at vera ein sera vánalig avtala, sigur Janus Rein.