Tingmaðurin og fyrrverandi landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen heldur lítið um skuldsetingarnar, sum Signar á Brúnni, fyrrverandi ting- og landsstýrismaður førir fram ímóti sær.
Signar á Brúnni førir millum annað fram, at tað finnast ongar sakligar grundgevingar fyri at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar, og hann heldur tí at tað er rætt av Annlis Bjarkhamar at viðgera málið av nýggjum, áðrenn hon tekur støðu til, hvat skal vera av Stuðulsstovninum.
Men hesum er Torbjørn Jacobsen als ikki samdur í. Hann vísir á, at undanfarna samgonga hevði sær fyri at menna útjaðaran, og tað var júst tað, hann gjørdi.
- Stuðulsstovnurin helt til, og húsast enn, í hølunum hjá Mentamálastýrinum/-ráðnum, og tí kenni eg hann frá míni tíð sum landsstýrismaður. Talan er um ein lítlan stovn, har at kalla alt samskifti við viðskiftafólk fer fram umvegis telefonina ella telduna, og tí kemur einki fólk á gátt har. So fyri tað kundi stovnurin ligið í Mykinesi, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann vísir á, at eingin almennur stovnur er fluttur úr Havn inn í Eysturoynna í nógv ár, og tí gjørdi hann av at flyta stovnin inn har. At tað júst gjørdist Runavík komst einamest av, at Runavík er at meta sum høvuðsstaður í Eysturoynni, leggur Torbjørn Jacobsen afturat. Torbjørn Jacobsen hevur higartil hildið fast um, at Stuðulsstovnurin skal flytast til Runavíkan, men hann sigur nú, at kemur landsstýrismaðurin í mentamálum til ta niðurstøðu, at tað bara ber til at leggja Stuðulsstovnin á eitt annað stað í Eysturoynni enn í Runavík, so fer hann ikki at seta seg upp ímóti tí.
- Tídningarmiklast er at stovnurin verður fluttur úr Havn inn í Eysturoynna, sigur Torbjørn Jacobsen, sum ikki heldur, at grundgevingar ikki vóru fyri avgerðini at flyta stovnin.
- Setur tú fólk at kanna, hvørt tað er rættast at flyta ein almennan stovn úr høvuðsstaðnum, so veitst tú frammanundan, at niðurstøðan verður, at stovnurin hevur tað best í Havn. Tí er neyðugt at taka politiskar avgerðir, sum tú torir at standa við, sigur Torbjørn Jacobsen.
Signar hevði ikki politiskan rygg
Í august 2000 boðaði Torbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður, frá, at hann hevði tikið avgerð um at nýggi Almanna- og Heilsuskúlin skuldi liggja í Suðuroynni. Hetta hóast undanmaður hansara, Signar á Brúnni, frammanundan hevði gjørt av at skúlin skuldi liggja í Havn. Torbjørn Jacobsen sigur í dag, at hann broytti avgerðina hjá Signar á Brúnni, tí hevði Almanna- og Heisluskúlin verið lagdur í Havn, so hevði tað verið beinleiðis í stríð við málsetningin hjá samgonguni um at menna útjaðaran.
- Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað var ein politisk avgerð, sum Signar á Brúnni tók, tá hann gjørdi av at nýggi skúlin skuldi liggja í Havn, ella tað var politiskur veikleiki. Eg haldi heldur, at talan var um, at Signar boygnaði undan nógva trýstinum, sum altíð liggur á politikarar um at alt skal liggja í høvuðsstaðnum, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann leggur afturat, at tað var ikki uttan svørðsløg, bæði við politikarar og ikki minst við fólk í almennu umsitingini, at tað eydnaðist honum at fáa skúlan lagdan í Suðuroynni.










