- Eg føli meg ikki tryggan við støðuna.
Tað sigur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn.
Hann sipar til arbeiðslagið hjá samgonguni – ikki bara í sambandi við tollmálið hjá Jørgen Niclasen, men eisini í sambandi við onnur mál.
- Spurningurin er um hetta fyri ein part er taktikkur fyri at beina tankarnar hjá fólki burtur frá teimum veruligu politisku stórmálunum, sum ikki eru loyst, eitt nú nýskipanum á ymsum økjum, sigur Poul Michelsen.
Men hann sigur, at sum støðan er nú, er hann ikki førir at meta um, antin Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert ella ikki.
- Hetta er eitt mál, fjølmiðlarnir hava reist og eg haldi, at miðlarnir eiga at gera málið liðugt og tað haldi eg ikki, teir hava gjørt, sigur tingmaðurin fyri Framsókn.
- Fáa miðlarnir ikki gjørt málið liðugt, er tað neyvan nakað, andstøðan í Løgtinginum kann gera.
Tí ivast hann í um hetta er eitt mál, hann fær tikið upp í Løgtinginum.
- Hinvegin haldi eg, at politikkur snýr seg minst líka nógv um moral, etikk og trúvirðið, sum hann snýr seg um um løgfrøði.
- Í mínum hugaheimi eru tey mørkini langt síðani sprongd.
Tá ið Kári P. Højgaard varð koyrdur frá, sum landsstýrismaður, var ikki neyðugt við løgfrøðiligum prógvum. Tað sama gjørdi seg galdandi tá ið Johan Dahl varð koyrdur frá sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Í báðum førum vórðu teir koyrdir frá tí at teir elvdu til politiskt órógv.
- Men nú er tað bara løgfrøði, alt snýr seg um og heldur samgongan sjálv, at alt er ílagi, er neyvan nakað hjá andstøðuni at gera við tað, staðfestir Poul Michelsen.
Hann dømir ikki Jørgen Niclasen, men hann heldur, at hevur ein stjóri snýtt í tolli, er hann ikki skikkaður at verða landsstýrismaður í fíggjarmálum og tollmálum, hvørki etiskt ella moralskt.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at tað er altíð stjórin í eini fyritøku, sum hevur ábyrgdina av tí, sum fer fram.
- Eg havi aldrin vitað, at ein stjóri kann frásiga sær ábyrgdina av tí, sum fer fram í fyritøkuni hann er stjóri fyri og ein stjóri kann ikki geva øðrum skyldina, sigur Poul Michelsen.
- Tí skilji eg ikki, at Jørgen Niclasen og sakførari hansara, hava vart seg við, at Jørgen Niclasen ikki visti av nøkrum.
Poul Michelsen sipar til, at Jørgen Niclasen hevur greitt frá, at tað var ein goymslumaður hjá Niclasen-fyritøkuni, sum umsat tollmálini.
- Tað gongur ikki. Tá ið samanum kemur er tað altíð stjórin, sum hevur ábyrgdina, sigur Poul Michelsen.
|