- Eg føldi meg ikki upp á nakran máta hótt av Sea Shepherd tá ið tey vóru í Føroyum í fjør.
Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, greitt.
- Eg helt, at tað var eitt sindur sjarmerandi, at tað gingu nakrir fittir studentar runt í landinum við einum kikara og tað føldi eg meg ikki hóttan av.
Beint fyri jól samtykti løgtingið eitt uppskot frá Tjóðveldi um at at nokta teimum innferðarloyvi, sum koma higar við tí endamáli at forða fyri grindadrápi, innferðarloyvi.
Landsstýrið fekk freist til næsta fríggjadag, 1. mai, at seta neyðug tiltøk í verk og nú ein vika er eftir til freistin er farin, vil Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava at vita frá løgmanni, hvussu tað gongst við hesum.
Í tí sambandi hava Løgmaður og Páll á Reynatúgvu havt orðaskifti á løgtingið um Sea Shepherd. Orðaskiftið hevði kanska ikki tann stóra áhugan annars, tí tað vóru ikki meiri enn einir tríggir, fýra politikarar til staðar í løgtinginum, ímeðan tað var.
Men hetta verður ikki seinastu ferð at Sea Shepherd verður til umrøðu í løgtingum, áðrenn farið verður í summarfrí, og tingsetan endar tann 8. mai.
Tí sum vit skrivaðu her á www.in.fo fyrr í morgun, arbeiðir samgongan við at leggja uppskot fyri løgtingið, sum fer at gera tað lættari hjá løgreglu, og myndugleikum annars, at basa Sea Shepherd, og øðrum felagsskapum, ella einstaklingum, sum koma royna at forða fyri einum grindadrápi.
Les eisini: Sea Shepherd verður ikki bannað í Føroyum
Men løgmaður sigur, at ístaðin fyri at føla seg hóttan, heldur hann, at tað var eitt stórt framstig fyri føroyska ferðavinnu, at Sea Shepherd var her síðsta summar.
- Tað var ein frálíkt høvi til at fremja føroyska ferðavinnu og at vísa okkara vakra land fram, segði hann.
- Eg má siga, at sjálvur var eg ikki ein av teimum, sum østi seg upp av at nøkur ungfólk gingu runt í landinum og at mótmæl a grindadráp.
Men hann staðfestir samstundis, at løgtingið hevur samtykt at landsstýrið skal taka stig til at forða mótmælum av hesum slagi og tað tekur landsstýrið sjálvandi til eftirtektar og arbeiðir við málinum.
Men hann staðfestir eisini, at vit hava eitt grundlógartryggjað talifrælsi og frælsi til at savnast, so tað ber ikki til at banna ávísum fólkum at koma til landið. Hinvegin væntar hann, at politiskur vilji er til at samtykkja eina lóhg, sum ger tað lættari at handfara støður, har nakar ætlar at forða fyri einum grindadrápi.
- Hjá okkum sum myndugleika, er tað púra nýtt, at vit skulu lóggeva ímóti einum slagi av yvirgangsvirksemi, sum hóttir okkara livibreyð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.










