Navn: Katrin Joensen
Bústaður: Argir
Starv: Pedagogur
Hvat bilmerki var tín fyrsti bilur?
Nissan Sunny frá 70-unum.
Hvat stressar teg í ferðsluni?
Tá bilførarar ikki yvirhalda víkiskyldurnar, serliga í rundkoyringum.
Hevur tú nakrantíð fingið bót í ferðsluni?
Nei.
Hvørjum bili koyrir tú í til dagligt?
Honda Civic.
Hvør er tín dreymabilur?
Eg eri so heppin, at eg havi fingið mín dreymabil, eina VW boblu frá 1973, sum eg keypti í 1994. Eg hevði ætlanir um at keypa eina boblu í 1978, men ikki fyrri enn í 1994 eydnaðist tað.
Mynd: (Katrin við Bobluni)
Myndatekstur.
Katrin Joensen við dreymabilinum, eini VW boblu frá 1973, sum hon keypti í 1994