- Eg fekk eitt gott tilboð

Tað sigur Adrian Cieslewicz, sum júst hevur skift B36 út við The New Saints í Wales.

78 minuttir í trimum dystum. Tað var tað, sum Adrian Cieslewicz fekk ta stutta tíðarskeiðið, hann var í B36. Útlit vóru neyvan til meiri enn tað sama hjá greiða oddaliðnum í Effodeildini, sum hevði ilt við at skifta byrjunaruppstilling vegna góðu gongdina, og ætlanin var eisini frá byrjan av, at hann skuldi aftur til Stórabretlands skjótast møguligt.


Hetta gjørdist so veruleiki eftir dystin ímóti EB/Streymi sunnudagin, tá ið Adrian boðaði frá, at hann hevði leikt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni. 24 ára gamli vongleikarin hevur gjørt tvey ára sáttmála við The New Saints, sum er verandi meistari í Wales og byrjar nýggja kappingarárið um góðar tvær vikur.


- Eg fekk eitt gott tilboð upp á ein tvey ára sáttmála. Tað er bara 20 minuttir frá heiminum hjá mær, so eg helt, at hetta var rætta staðið at fara til. Eg hevði onnur tilboð, men einki var so gott sum tað frá The New Saints, so at enda valdi eg besta tilboðið, sigur Adrian.


Hóast Adrian einans var stutta tíð í B36, so fegnast hann um hana og metir, at hon hevur verið góð.


- Tíðin hevur verið ógvuliga góð, sjálvt um tað bara var í so stutta tíð. Øll hava tikið sera væl ímóti mær, so alt hevur verið í fínasta lagi, sigur hann og leggur rósandi orð eftir seg til B36:


- Felagið veit hvat tað vil viðvíkjandi framtíðini, so tað er heilt klárt í góðum hondum við Sámal Erik sum venjara og eini nevnd, sum ræður, sigur hann at enda.