- Eg fegnist um sammóður-samtyktina

Seinasta árið hevur Schandorff Vang verið á rógvimaskinuni tríggjar ferðir um vikuna, og tað ætlar hann sær eisini í 2022, sigur hann.

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Vit halda nýggjár heima á Oyrarbakka við hugna og góðum mati. Vit fáa vitjan av Anniku, Karin, Artan Eli og Riu Vón.

 

Tað sigur Schandorff Vang, sum er pensjóneraður løgreglumaður og kendur innan bogaskjóting.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2021?

 

- At sammóður-málið varð atkvøtt ígjøgnum í løgtinginum.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Koronu-avmarkingarnar kring allan heim.  

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2022? 

 

- Eg vóni, at tað fer at gangast børnunum væl, og at vit øll verða frísk og hava góða heilsu. 

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Seinasta árið havi eg verið á rógvimaskinuni tríggjar ferðir um vikuna, hvørja viku, og tað ætli eg mær eisini í 2022, sigur Schanndorff Vang á Oyrarbakka.