Í dag hevur Peter O.K. Olofson eina rætting í blaðnum, har hann gera vart við, at hann ikki áður hevur sagt við Hans J. Joensen, biskupur, at hann ætlar sær at siga upp.
Hesum váttar Hans J. Joensen eisini fyri Sosialinum í dag. Ein misskiljing er komin inn í grein um málið í vikuni, har bispur verður endurgivin fyri at siga, at Peter O.K. Olofson áður hevur sagt upp.
Tað er ikki heilt rætt. Prestur í Fuglafirði hevur ikki sagt tað við meg persónliga, men eg hoyrdi hetta frá øðrum, og gekk út frá, at fólk ikki søgdu ósatt fyri mær, sigur Hans J. Joensen.
Fuglafjarðarprestur sigur, at hann ætlar sær at fara frá sum prestur í Fuglafirði 1. juni 1999.Hann hevur ikki sent uppsøgnina enn, av tí at hann fyrst skal fáa konfirmatiónir o.a. prestaligt arbeiði frá hondini.
Um orsøkina til at tíðindini um uppsøgnia komu fram, sigur Peter O.K.Olofson, at hann hevur skrivað bræv til tey fýra kirkjuráðini, sum hoyra til hansara prestagjald, har hann ger vart við, at hann ikki kann arbeiða undir teimum treytum, sum bispur áleggur honum.
Tá meinigheitin útnevnir ein prest í embæti, og so bispur ger tað ógjørligt fyri prestin at útinna sítt starv á rættan hátt, er tað ikki rætt av mær at halda fram, sum um einki var hent, sigur Olofson.
Hvat ert tú ónøgdur við?
Tá Hans J. Joensen setir ein kvinnuligan prest, og harnæst annan fráskildan prest, sum er uppafturgiftur at prædika við kirkjuliðsins gudstænastu, frátekur hann mær møguleikan at verða prestur fyri kirkjufólkið her. Tað stríður ímóti Bíbliuni, sigur Peter O.K. Olofson.
Prestur sendi kirkjuráðunum brævið í farnu viku, har hann gjørdi status fyri núverandi støðu, sum hann tekur til.
Upp til kirkjuráðini
at gera av
Hann hevur einki frætt aftur frá kirkjuráðunum, men heldur, at fólk fyrst skulu hava stundir at lesa brævið og umrøða tað sínamillum. Hann hevur tó ikki biðið tey svara brævinum, men sigur, at tað er upp til tey einstøku at gera av, hvat tey vilja gera.
Tá eg ikki sjálvur kann broyta treytirnar í embæti mínum, noyðist eg at siga meg úr starvi, sigur Peter O.K. Olofson.
Nær verður umsóknin send kirkjumyndugleikunum?
Fyribils skal eg gera meg lidnan í Fuglafirði, og so fari eg at siga meg úr starvi, sigur Peter O.K. Olofson.
Hans J. Joensen hevur onga viðmerking til støðun aí Fuglafirði.











