- Eg fari ein túr saman við familjuni

- Hetta verður ein sera spennandi dagur fyri okkum á Skálafjørðinum, sigur Pauli Poulsen á Skála.

 

 

Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?

- Hetta er ein sera spennandi dagur fyri okkum á Skálafjørðinum, nú Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu klokkan 12 í morgin. Eg eri  sløkkiliðsmaður, so eg havi verið nakrar túrar ígjøgnum tunnilin. Men, í morgin fari eg heilt vist ein túr gjøgnum tunnilin saman við familjuni. 

Tað sigur Pauli Poulsen á Skála.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?

- Mær dámar sera væl hesa útbygging av vegakervinum. Hetta kemur at binda alt miðøkið í Føroyum tættari saman, og hetta kemur at lætta um hjá fleiri túsund borgarum hvønn dag í vikuni, umframt, at hetta kemur at stuðla uppundir hjá vinnuni á ymiskan hátt.

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Eg komi væntandi ikki at gera brúk av Eysturoyartunnlinum í samband við mítt dagliga starv á Bakkafrost, tí tað verður líka skjótt hjá mær at brúka farleiðina runt fjørðin. Men, tá eg skal koyra til Havnar, komi eg heilt víst at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið, sigur Pauli Poulsen.