- Eg fari eftir gullinum

Guðmundur Joensen kveistrar burtur allar møguligar umbering fyri ikki at klára seg væl til triathlon kappingina sunnumorgunin. Hann stílar eftir gillheiðursmerkinum.

Guðmundur Joensen letur ongan iva vera um, at hann er við fyri at vinna kappingina. Hóast tað helst eru nógvar haldgóðar umberingar fyri ein føroyskan íðkara, at klára seg nakað verri í hitanum á Bermuda, so spælir hetta als ikki inn í høvdinum á Guðmundi, tá in.fo tosaði við hann stutt eftir at hann var komin út í hitan í Bermuda.

 

 - Nú havi eg sitið í einum flúgvara leingi og har var kókandi heitt, so tað var deiligt at koma út, sigur Guðmundur Joensen við einum brosið.

 

 Spurdur um hann gjørdist skakkur av nógva hitanum, tá hann traðkaði á land, so vísti hann bara til aðrar líknandi royndir.

 

 - Nei, tað var sum so ikki heitt. Eg havi roynt at verið til kappingar í líknandi umstøðum, so hitan ræðist eg ikki, sigur Guðmundur.

 

 Tað spælir heldur ikki inn, at Guðmundur longu sunnumorgunin skal í eldin í Triathlon.

 

- Eg havi nakrar dagar at fyrireika í, so tað skal nokk ganga, sigur Guðmundur avgjørdur.

 

Upp aftur meiri avgjørdur er Guðmundur, tá hann verður spurdur um vónirnar fyri kappingina.

 

- Vónin og trúgvin er at eg fái gullheiðursmerkið, og tað fari eg eisini eftir, sigur hann uttan so mikið sum at umhugsa at blunka við øðrum eyganum.

 

Guðmundur veit ikki hvat fyri mótstøðu hann møtir sunnumorgunin, men tað er eisini líkamikið. 

 

- Eg áni ikki hvat eg er upp í móti, men tað broytir ikki mína trúgv upp á tað. Eg havi tað soeleiðis, at tað kann líka so gott verða, sum onkur annar, sigur Guðmundur Joensen at enda.

 

Guðmundur Joensen skal saman við David A. K. Pedersen luttaka í Triathlon sunnudagin klokkan 11.30 føroyska tíð.