Tað sigur Elsa Berg, komandi borgarstjórin í Havn í samrøðu við Sosialin.
Spurd um hon hevði ímyndað sær, at hon skuldi gerast borgarstjóri, svarar hon:
– Nei. Faktiskt ikki. Eg havi ímyndað mær, at eg fór at verða politikkari, men ikki borgarstjóri.
Vónaði tú at tað fór at henda í hesum umfarinum?
– Eg vónaði tað, ja, og sá brádliga ein møguleika fyri tí. Av tí at eg fekk so stóran stuðul og nógv viðhald, tordi eg at vóna og ímynda mær tað í hesum valstríðnum.
– Eitt av teimum so góðu tingunum við at vera borgarstjóri er, at eg kann arbeiða við politikki fulla tíð - tað ber illa til sum býraðslimur, og hetta inniber sjálvandi, at eg kann arbeiða meira miðvíst við málunum, vit hava sett okkum fyri, sigur Elsa Berg, sum nýggjársdag tekur við sum borgarstjóri nummar 20 í Havn. Hon tekur eisini metið sum yngsti borgarstjóri nakran, tá hon tekur við Heðin Mortensen, sum fýra ferðir hevur tikið metið sum elsti borgarstjóri í Havn nakrantíð. Elsa Berg er 50 ár yngri enn Heðin Mortensen, sum varð valdur í Tórshavnar býráð fyrstu ferð í 1972 – 22 ár áðrenn Elsa Berg varð fødd.
Lesið samrøðuna við Elsu Berg í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo.