- Eg havi ongantíð hugsa aftur á, hvussu nógv hendan taskan kostaði. Eg ynskti mær hana so inniliga, eri sera glað fyri hana, og veit at eg fari at brúka hana restina av lívinum.
Hon nýtir tasku hvønn dag, og tá tað ikki er Louis Vuitton, eru tað ofta ein av hinum báum; Mulberry ella Gucci, sum fylgja við henni út. Tær báðar kostað 3.000 krónur hvør.
- Eg eri áhugað í móta, hvussu søgan hjá einum merki er, og hvussu tað mennist. Tí er tað stuttligt at eiga ein part av hesi søguni. Tað er væl sum tá ein biláhugaður keypir sær ein ávísan bil, greiður Elin frá.
"Taskan er ljót"
Reaktiónirnar upp á taskuna hava verið blandaðar. Summi halda, at Elin er svøk, tá hon brúkar so nógvan pening upp á eina tasku, og onnur hava sagt við hana, at taskan er ljót.
Eg skilji væl at fólk, ið ikki nýta tasku dagliga, halda tað vera ørt at brúka so nógvar pengar uppá eina tasku. Men tað, tey kanska ikki hugsa um, er, at hendan taskan heldur so leingi.
Ístaðin fyri at keypa einar 2-3 taskur um árið, fyri 300-400 kr. hvør, keypi eg hesa, og havi hana nógv longri, sigur Elin.