Liljan Weihe varð uppsøgd sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum í november í fjør, men nú hevur Mentamálaráðið send tíðindaleiðaran aftur til arbeiðis og harvið kollvelt avgerðina hjá Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra, um at senda Liljuna Weihe til hús.
- Uppsøgnin kom óvæntað á meg, og tí hevði eg sjálvandi væntað, at Mentamálaráðið fór at ógylda uppsøgnina, sigur Liljan Weihe í dag.
Hon hevur júst fingið boðini um, at hon framhaldandi er tíðindaleiðari og harvið veit ikki at siga, hvat nú skal henda.
- Eg má fyrst tosa við mín sakførara og saman við honum finna fram til, hvussu og nær eg fari til arbeiðis aftur, sigur Liljan Weihe, sum samstundis sigur seg gleða seg at koma til arbeiðis aftur.
Les eisini: Liljan enn tíðindaleiðari í Kringvarpinum
Tað er tó nærliggjandi at halda, at tað verður trupult hjá Liljuni Weihe og Johnny í Grótinum at arbeiða saman eftir hesa hending, men til tað sigur Liljan, at fyri hana er eingin trupulleiki.
- Eg var ikki tann, sum upptrappaði konfliktina millum okkum, og fyri meg er eingin trupulleiki í at fara til arbeiðis aftur. Eg eri heldur ikki fyrst starvsfólki í Kringvarpinum, sum er sagt úr starvi fyri síðani at fara til arbeiðis aftur, sigur Liljan Weihe.









