- Høvuðsendamálið var at fiska kvotuna upp. Tað hevur eydnast og tí havi eg ikki so fortreð av, at eisini Havsbrún hevur fingið nakað av makreli til ídnað.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í ár, er væl nøgdur við makrelárið 2013, staðfestir hann fyri Løgtinginum.
- Árið í ár hevur hilnast væl og uppsjóvarfiskurin hevur kastað sera nógv arbeiði av sær til føroyskar hendur, sigur hann.
Hann vísir á, at tilsamans hava vit higartil fiskað 134.695 tons av makreli.
Av teimum eru 35.000 avreidd til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Vestmanna Fiskavirki hevur tikið ímóti 1.300 tonsum og Faroe Pelagic í Kollafirði hevur fingið sløk 33.000 tons.
Hinvegin hava føroysk framleiðsluskip tikið ímóti sløkum 28.000 tonsum og útlendsk móttøkuskip hava tikið ímóti 15.648 tonsum.
Harafturat hevur so Havsbrún fingið góð 22.000 tons av makreli.
- Sostatt er nógv tað mesta av makrelinum farið til matna og Havsbrún hevur bara fingið 22.000 tons til ídnað, sigur Jacob Vestergaard.
Hann staðfestir, at støðan viðvíkjandi sildini er eitt sindur øðrvísi.
- Higartil hava vit fiskað sløk 70.000 tons av sild og sostatt eru 30.000 tons eftir, sigur landsstýrismaðurin.
Varðin Pelagic hevur tikið ímóti 13.000 tonsum á, Vestmanna Fiskavirkið hevur tikið ímóti 200 tonsum og Faroe Pelagic hevur tikið ímóti 15.000 tonsum.
Føroysk framleiðsluskip hava fingið góð 11.000 tons av sild.
Útlendsk móttøkuskip hava tikið ímóti 6.000 tonsum av sild og Havsbrún hevur tikið ímóti 24.000 tonsum.










