Hetta var ein vanligur dagur í mai mánaði 2006.
Árstíðin bjóðaði til sól, hita og ljós, men soleiðis var ikki hjá Ovin, sum hevur búð í Danmark í mong ár.
- Eg vaknaði henda morgunin, tendraði sjónvarpið fyri at vita hvat nýtt stóð á tekstvarpinum. Men eg legði tá merki til, at eg sá næstan einki.
- Nei, hjá mær var alt grátt í grátt, greiðir hann frá.
Støðan hjá honum gjørdist ikki betri av, at læknarnir søgdu honum at sjónin fór ikki at gerast betri við tíðini. Heldur hinvegin:
Ovin fekk nevniliga at vita, at hann mátti fyrireika seg uppá eitt lív sum sjónveikur, har sjónin ein dag kundi hvørva heilt.
- Ja, hetta kom sum eitt sjokk fyri meg. Eg fór totalt niður í kolkjallaran.
Trupul morgunstund
Ovin Klein Olsen hevði nóg mikið at takast við hesa tíðina, sum leiðari av eini matstovu.
- Her gekk eg og trúði, at lívið sum sum krógv-eigari skuldi vara við, heilt til eg ikki orkaði at tyggja smør meiri. Men eg fekk annað at síggja, leggur hann dent á.
Eftir einari lítlari morgunstund varð lív hansara broytt fullkomuliga. Frá at hava verið sera virkin í fyritøkuni, til eitt heilt annað lív, har hann varð 100 prosent bundin av hjálp frá øðrum.
- Ja, eg kom so langt út, at eg setti spurnartekin við um hetta lívið mundi vera vert at liva.
Tíbetur broytti hann hugsan. Og við hjálp av næstringum sínum fann hann lívið aftur, sum hann tekur til.
- Eg havi altíð elskað tónleik. Og hann varð bjargingin hjá mær, tí eg byrjaði faktiskt at skriva sangir um støðuna hjá mær.
- Hetta hjálpti mær, tá eg var longst niðri, sigur Ovin, sum kann fegnast um at fløga hansara hevur fingið góða móttøku í Danmark.
150 km/t
Á fløguni eru 14 sangir sum hann nú ynskir at luta saman við øðrum. Hvør einasti sangur hevur sína søgu, sum hevur hjálpt honum í teirri ávísu støðuni.
- Sangirnir eru skrivaðir við einum einasta endamáli: At fáa onnur at hugsa eitt sindur meiri um lívið og ikki koyra avstað við 150 km/t.
- Júst hetta evnið snýr tann eini sangurin seg um - hetta at hugsa um lívið á lívsins vegi, sigur Ovin Klein Olsen.
Hann ynskir tí fegin at koma út til onnur at siga frá sangum sínum og framføra teir. Tí, sum hann sigur: - Um eg bert fekk ein einstakan persón at hugsa meiri um seg sjálvan, sítt egna lív og sína egnu familju, so var tað ikki til fánýtis.
Hann vendir sær eisini til manligu lurtarar sínar, og sum hava trupult við at lurta eftir ávaringunum, sum kroppurin og umhvørvið senda teimum.
- Hetta hevði eg eisini trupult við, og tí siti eg í dag sum ein “kvart grønsag”, sum hann brosandi tekur til.
fyri seg
Myndatekstur
Ovin Klein Olsen soleiðis sum vit kenna hann - við guittarinum - her á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna fyrr í ár. - Tónleikurin bjargaði lívi mínum, sigur tann nærum blindi tónleikarin og guittarlærarin
------------
Vitjar aftur í Føroyum
Í hesum døgum vitjar Ovin Klein Olsen aftur í Føroyum. Hann vitjaði her fyrr í ár, men fer aftur nú at hava framførslur á ymiskum støðum.
-----------
Skráin hjá honum er henda:
Mánadagur 2. august: Meinigheitshúsið í Tórshavn KL. 19
Hósdagur 5. august: Hotel Hafnia í Tórshavn (privat avtala)
Leygardagur 7. august: Missiónshúsið í Skopun KL. 19
Sunnudagur 8. august: Missiónshúsið á Sandi KL. 18
Mikudagur 11. august: Leirvíkar Missiónshús KL. 19.30
Leygardagur 14. august: Meinigheitshúsið í Vági KL. 19
Sunnudagur 15. august: Missiónshúsið á Tvøroyri KL. 18
-----------------------
Fløgu til góðgerandi endamál
Hóast Ovin Klein Olsen hevur úr at gera við sangframførslum sínum, hevur hann eisini sett sær eina aðra verkætlan fyri.
Hetta er at seta løg til sangir sum Hjørleif Gaard í Kollafirði og Kjartan Stakksund á Eiði hava gjørt. Alt skal eftir ætlan síðani gevast út, fyri at fáa eitt fíggjarligt støði at standa á til eina víðari ætlan við øðrum fløguútgávum og stuðli til góðgerandi endamál, t.d. felagsskapum sum Heimamissiónin, Åpne Dører og onnur.
Í hesum sambandi er gjørt eitt serstakt stuðulsskjal, har tær nærri treytirnar við stuðlinum eru festar á blað.