Hvussu minnist tú aftur á tíðina í Stjerne for en aften?
- Eg minnist aftur á tíðina sum nakað heilt serligt. Tað var spennandi, mennandi og stuttligt. Tað var heilt fantastiskt, og eg føldi meg veruliga á lívi.
Hevur tú fingið nógv burturúr eftir kappingina?
Ja, eg havi uttan iva fingið nógv burturúr. Tað hevur givið mær størri sjálvsálit, og møguleikan at liva av tí. Eg dugi ikki at siga, hvar eg hevði verið uttan Stjerne for en aften. Tað hevur latið nakrar dyr upp, sum eg ikki hevði viljað livað uttan. Røddin er eisini blivin sterkari síðani, og eg havi brúkt nógva tíð og nógvir pengar upp á at útvikla hana. Tí nú veit eg, at eg vil liva av tónleikinum.
Heldur tú, at tú átti at fingið meira burturúr?
- Eg kundi kanska fingið meira burturúr, um eg hevði verið eitt sindur betri fyrireikað til tíðina eftir kappingina. Tí tað er tá, at ein skal standa sína størstu roynd.
Hevði tú viðmælt øðrum at melda seg til kappingina, um hon framvegis var til?
- Hetta var ein tann mest seriøsa kappingina, meðan hinar mest snúgva seg um undirhald og ikki røddina ella tað, at verða sangari. Men ein skal gera sær greitt, júst hvat tað er, ið ein meldar seg til. Tað er hart trýst og nógv krøv bæði áðrenn, meðan og eftir kappingina. Tað má man verða klárur til.
Hvussu nógvar stjørnur vilt tú geva Stjerne for en Aften (1 – 5 )
5! Stjerne for en aften fær fult hús frá mær.