Eini 20 teldupostar, eins nógvar telefonsamrøður og nógv tol skal til fyri at fáa fatur á Carolu. Eina viku er hon í Hollandi, næstu í Singapore, og harímillum má hon faktiskt venja til jólakonsertirnar, roynir hennara agentur at forklára.
So at enda fáa vit tað at rigga - eg og Carola - og samrøðan gerst veruleiki.
Eitt sindur soleiðis hevur tað eisini verið við at fingið Carolu til Føroyar. Fólk hava roynt at fingið hana til summarfestivalarnar nakrar ferðir, og onnur hava drigið í hana á jólum. Men ikki fyrrenn nú gjørdist tað veruleiki.
- Eg vil víðka mín sjónarring, eg havi sungið so nógv í Svøríki og Noreg, nú er tíðin komin at syngja í hinum Norðurlondunum, sigur Carola Häggqvist. Hon hevur, sum áður sagt, ongantíð verið í Føroyum, og er tí avbera spent at síggja, hvat Føroyar hava at bjóða.
- Hvør veit, eg fái mær kanska ein føroyskan mann, teir eru kanska lættari at finna, flennur hon, tá eg sigi, at tað bara búgva 48.000 fólk í Føroyum.
Tónleikurin, sum Carola fer at framføra, er frá fløgunum Jól í Betlehem 1 og 2. Fløgurnar eru innspældar í føðikirkjuni í Betlehem og eru sera vælumtóktar.
Á seinnu fløguni hevur Carola tikið nakað av tí orientalska við, og fer tað eisini at síggjast aftur á pallinum í Føroyum.
- Vit brúka roykilsi, hava eysturlendskar máttur, og eg eri ílatin í Betlehems-kaftanin, sigur hon.
Eisini er ísraelski tónleikarin Issa Mourad við á pallinum og spælir eitt serligt slag av gittara, sum eitur Oud.
Carola er sjálv trúgvandi, og tí eru jólini ein serlig hátíð fyri hana.
- Tá eg syngi mín egna sang, "Himlen i min famn", kenni eg meg næstan sum Maria við Jesusbarninum, sigur hon. Jólini eru ein tíð, har vit skulu seta kærleikan, vónina og fyrigeving í hásæti. Eg vóni, at mínar konsertir kunnu vekja fólk, og fáa tey at síggja veruliga boðskapin á jólum.
Carola hevur í ár hildið 25 ára jubilæum, síðani hon byrjaði sum songkvinna. Tey flestu minnast hana frá Grand Prix, har hon sang vælkenda "Fræmling". Tá sum nú er Bíblian í hásæti í hennara lívi.
Sjálv heldur Carola jólini saman við familju, men sigur, at hon dugur væl at skilja, hvussu tað er hjá teimum, sum sita einsamøll á jólum.
- Nú eru bæði míni foreldur farin, og eg havi ongan mann at halda jólini saman við, so eg skilji væl, at jólini ikki altíð eru so ljós hjá øllum.
Carola hevur sonin Amadeus, 10 ár, saman við norska prædikumanninum Runar Søgaard, men tey eru skild. Sonurin, systurin og eitt syskinabarn eru tey, hon heldur jól saman við.
Jólamaturin er heldur øðrvísi heima hjá Carolu enn í øðrum svenskum heimum. Carola etur lamstjógv á jólum. So tá hon hoyrir, at tað eru umleið 80.000 seyðir í Føroyum, flennur hon hart og sigur "Eg elski seyð, kundi tað ikki borið til at fingið ein seyð upp á pallin ...?"
Nakað hon heilt víst fer at fáa upp á pallin eru børnini. Á hvørji konsert bjóðar hon børnunum upp, men oftani eru tey torfør at fáa av pallinum aftur, so á hesi konsertferðini ætlar hon at geva børnunum ein pakka, tá tey fara niður aftur.
- Mínar framførslur eru ógvuliga barnavinarligar, og eg havi fjepparar í øllum aldrum, sigur Carola. Hon skal verða við í svensku sjónvarpsendingini "Idol" fríggjakvøldið og royna at læra luttakararnar at syngja gospel. So tað kann vera. at hon tekur nøkur "gospel wayl" á pallinum í Hoyvík.
Hvussu langar plaga tínar konsertir at vera?
- Oj, tað kemur ann upp á áhoyrarnar, vilja tey hava nógv, so gevi eg nógv, sigur hon, og leggur aftrat, at oftani tekur tað longri tíð hjá henni at skriva autografar og verða við á myndum, enn tað tekur at syngja.
Tá Sissel Kirkjebø var í Føroyum sang hon ein sálm á føroyskum, fer tú eisini at gera tað?
- Gjørdi hon? Ja, nú tú sigur tað, so hevði eg kanska kunna sungið eitt vers í onkrum kendum jólasálmi á føroyskum.
Eitt føroyskt kór fer at syngja saman við Carolu á pallinum í Hoyvík.
Konsertin hjá Carolu í Havn var útseld longu eftir fimm døgum, og fyriskiparirnir Five Star Entertainment siga frá, at dagliga ringja fólk og vilja hava atgongumerki.
Carola blívur sera fegin, tá eg sigi hetta fyri henni, og fyrsta reaktiónin er - "So burdu vit jú havt eina konsert afturat í Føroyum - tað er jú synd, at øll ikki sleppa sum vilja"
Men - leggur hon aftrat - hetta er bara ein byrjan - eg komi heilt víst aftur til Føroyar.
Fakta Carola Häggqvist
Aldur: 42 ár
Býr: í húsi í Saltsjøbaden uttan fyri Stokkholm
Familja: sonurin Amadeus, 10 ár, tvær kettur og eina Harley Davidson ...
Motto: Onki er ógjørligt fyri hann, sum trýr.