Hóast Anita er føroyskt fiskiskip, sum fiskar føroyska kvotu í føroyskum sjógvi, so er lítið føroyskt við skipinum. Bara skiparin var føroyingur, meðan øll manningin var útlendsk.
Sambært reiðaranum, Søren Christiansen, er tað ein orsøk til, at neyðugt var at fara út um landoddarnar eftir manning.
- Føroyingar tíma ikki at sigla við skipum sum Anitu. Føroyskir fiskimenn leita sær í stóran mun til Norra, ella fara teir í oljuvinnuna, sigur Søren Christiansen.
Reiðarin hevur ilt við at útgreina orsøkina til hesa støðu, sum hann tó sigur vera veruliga.
Teir 33 menninir, sum til fyri stuttum vóru mynstraðir við Anitu, vóru úr Indonesia og Spania.
Fokus kom á skipið, tá ein vanlukka umborð kravdi eitt mannalív. Manningin á Anitu var við at seta gørn, týskvøldið 11. februar, tá ein av manningini fekk ein enda um beinið og fór út við gørnunum. Tveir aðrir av manningini sóu tilburðin, og teir royndu at draga gørnini innaftur í eini roynd at fáa mannin aftur. Anita var tá stødd umleið 180 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni. Hóast leitað varð eftir indonesiska fiskimanninum, so kom hann ikki afturíaftur.
Framtíðin
Sum nevnt í aðrari grein her á síðuni er øll manningin send av landinum, tí teir hava ikki neyðugu arbeiðs- og uppihaldsloyvini. Søren Christiansen sigur seg framvegis ikki hava tikið støðu til, hvussu hann í framtíðini ætlar sær at manna Anitu, ið síðstu tíðina hevur ligið á Fuglafirði.
- Nei, har er eingin støða tikin, sigur Søren Christiansen, sum heldur ikki kann svara uppá, hvørt hann fer at royna at útvega arbeiðs- og uppihaldsloyvi til útlendska manning, ella hann í staðin fer at royna at fáa føroyingar umborð á Anitu.
Tað er eingin loyna, at Anita hevur verið í ringum ljósi hjá Fiskimannafelagnum, sum heldur lítið um leistin hjá reiðaranum at reka sítt virksemi. Spenta støðan fekk 24. februar formannin í Fiskimannafelagnum at melda reiðaran, Søren Christiansen, til politiið. Reiðarin varð meldaður fyri at brúka ólógliga arbeiðsmegi, tá skipið skuldi landa sína veiðu. Tað var gjørt, tá fiskimannafelagsformaðurin segði seg hava frætt, at manningin á Anitu sjálv landaði skipið, hóast manningin ikki hevði arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Søren Christiansen vil ikki útgreina, hvat tað hevði merkt fíggjarliga, um so er at reiðaríið valdi at løna manningini samsvarandi sáttmálanum hjá Fiskimannafelagnum.
- Eg havi ikki hug at diskutera handan spurningin. Eg havi alt ov nógv onnur viðurskifti at taka mær av júst nú, sigur Søren Christiansen.