Eg eri yvirraskandi glað

Einar 20 minuttir seinkað lendi Anna Nygaard í Føroyum, og hon hevur júst sagt síni fyrstu orð í Hvonn Live eftir ósigurin. ? Eg eri yvirraskandi glað Hóast Anna Nygaard varð send úr X-Factor kappingini í gjárkvøldið, so er hon ikki so kedd, sum mann annars kundi roknað við.

? Eg eri yvirraskandi glað. Síggi eg ikki glað út?, strálaði X-Factorstjørnan, sum hevur skapt bæði øsing í Danmark og í Føroyum, tá hon varð spurd, hvussu gongur.

Hon greiddi somuleiðis frá, at hon er sera fegin um háttin hon varð send út uppá, Anna staðfestir eisini, at X-Factor hevur hjálpt henni væl við millum annað at difinera seg sum artist.