Tað er ikki bara heima í Føroyum, at fólk hava lagt merkis til havnamannin í Manchester City. Undir heitinum “Gunnar staying focused” hevur Manchester City heimasíðan eina samrøðu við 193 cm høga mámannin, ið seinastu vikurnar hevur sitið á bonkinum hjá Premier League liðnum.
- Tað skal ikki nógv til, áðrenn Shay Given fær ein skaða í einum dysti. So standi eg mitt í øllum, og tí er týdningarmikið, at eg eri til reiðar. At vera á bonkinum til Premier League dystrnar ímóti Burnley, Birmingham og Manchester United hevur verið fantastiskt og læruríkt fyri meg, sigur Gunnar Nielsenvið heimasíðuna.
Gunnar hevur seinastu tíðina yvirtikið plássið hjá Stuart Taylor sum annar málmaður í Manchester City, eftir at Taylor fekk ein skaða. Í málinum stendur framvegis írski landsliðsmálmaðurin, Shay Given.
- Tú mást vera fokuseraður og mentalt sterkur, tí tað er lætt bara at sita á bonkinum og halda, at tú ikki skalt spæla. Tú má vera klárur áðrenn og undir dystinum, tí sum eg segði, tað skal ikki nógv til, so ert tú mitt í øllum, sigur Gunnar Nielsen, ið hevur leikt tveir landsdystir fyri Føroyar.
Gunnar Nielsen kom til Manchester City í 2009, tá táverandi venjarin, Mark Hughes, keypti hann úr Blackburn. Mark Hughes hevði undanfarnu árini verið venjari hjá júst Blackburn, so hann visti, hvat tað var hann keypti.










