Týskvøldð vóru aðalfundir í Havnar Bóltfelag og P/F Havnar Fótbólti, og formaðurin í hesum báðum feløgum segði seg frá á aðalfundunum.
Birgir Enghamar hevur verið formaður í HB seinastu fimm árini, og nú helt hann, at tað var nóg mikið.
Eg havi hugsað um mína støðu í langa tíð, og tá ið tú fært slíkar tankar um at gevast, sum eg havi havt í vetur, so er best at steðga. Uppgávan sum formaður er sera strævin, og nú eri eg útbrendur í hesum leiklutinum, sigur Birgir Enghamar.
Orsøkin til, at eg ikki havi boðað frá hesum áður er, at eg havi havt trupult við at taka endaliga avgerðina, men nú er hon tikin.
Góð ár ítróttarliga
Tíðin sum formaður í stóra høvuðsstaðarfelagnum hevur verið sera hendingarrík. HB hevur staðið seg sera væl í fremstu mansdeildini hesi árini, og trý meistaraheiti á rað var eitt óvanligt avrik.
Árini hava verið sera góð, og ikki minst 2004 var serliga gott ítróttarliga. Tá fylti HB 100 ár, og vit gjørdust mest vinnandi felagið í landinum, sigur Birgir Enghamar.
Tað hevur eisini verið spennandi at samskift við nógvar markantar persónar og hava roynt at fingið at ganga væl. Vit eru ikki altíð samd um alt í einum felag sum HB, men vit hava dugað sera væl at loyst alt innanhýsis í felagnum, og tað fegnist eg um, sigur hann.
Drastiskar avgerðir
Tað hava eisini verið onkur tíðarskeið, sum hava verið meira turbulent, og tveir høvuðsvenjarar eru sagdir úr starvi hesi árini.
Eg havi verið við til at tikið nakrar drastiskar avgerðir, og tað er trupult at siga, um vit gjørdu tað rætta. Men ítróttarligu úrslitini haldi eg vísa, at tað var í øllum førum ikki skeivt, sigur hann.
Birgir Enghamar ætlar sær at taka frí frá HB eina tíð, men hann avvísir ikki, at hann tekur onkra uppgávu á seg fyri felagið aftur.
Hjartað verður framhaldandi reytt og svart. Fyri fyrst havi eg brúk fyri at hvíla meg eitt sindur frá felagnum, men vit fáa at síggja, hvussu tað verður við mínum leikluti í felagnum, sigur hann.