Eg eri spentur upp á at fara til arbeiðis

Nýggi landsstýrismaðurin følir seg hampiliga væl fyri at fara undir eina stóra uppgávu

Eg veit, at hetta er ein stór og krevjandi uppgáva, men tá ið møguleikin var har, takið eg fegin av. Tað sigur Magnus Rasmussen, sum nú er landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum eftir at Helgi Abrahamsen legði frá sær í morgun.

 

Magnus Rasmussen sigur, at hann er spentur upp á at fara til verka og tað fyrsta hann fer at gera, er at stinga fingurin í jørðina og at seta seg inn í tey mál, sum arbeitt verður við.

 

Magnus Rasmussen sigur, at hann følir seg væl fyri til at fara í landsstýrið, tí hann hevur verið borgarstjóri og løgtingsmaður.

 

Magnus Rasmussen varð fyrstu ferð valdur á Føroya løgting í 2015. Hetta samgonguskeiðið hevur hann verið formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd. Hann var eisini borgarstjóri í Runavíkar kommunu frá 2009 til 2015.

 

Magnus Rasmussen er 58 ára gamal. Hann er giftur við Eydnu Rasmussen og tey eiga tvey børn.